2444 - Almennur etikkur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Almennur etikkur
- Skeiðsnummar
- 2444.17
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í løgfrøði
- Fortreytir
- Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á donskum og enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Fyrilestrar, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á M.A. í løgfrøði og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 10. februar 2023
- Endadato
- 2. juni 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er fyrst at gera tann lesandi tilvitaðan um etiskar spurningar, og hvussu hesir verða viðgjørdir úr einum moralfilosofiskum sjónarhorni. Síðan er endamálið, at næmingurin mennir sínar førleikar at allýsa filosofiskar fyritreytir og ábendingar, ið liggja aftanfyri lóggávu og lógaruppskot.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skulu tey lesandi: • Duga at greiða frá høvuðssjónarmiðunum innan tey etisku ástøðini, tey hava lært á skeiðnum. • Skilja, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á. • Duga at greina etiskar kjarnaspurningar. • Vera før fyri at kenna aftur og skilmarka etiskar spurningar í nýtíðarsamfelagnum. • Vera før fyri at taka støðu til etiskar spurningar á ein tilvitaðan og grundaðan hátt. • Duga at eyðmerkja og allýsa etiskar fortreytir, fatanir og tilsipanir, sum liggja undir lógum og lógaruppskotum.
- Innihald
- Skeiðið miðar ímóti at lýsa, hvussu etiskir spurningar verða viðgjørdir frá einum moralfilosofiskum sjónarmiði. Í hesum høpi verður eisini lýst, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á, og hvussu etisk argumentatión kann nýtast til at viðgera etiskar spurningar í nútíðarsamfelagnum. Grundleggjandi etiskar fatanir, so sum sinnalagsetikkur, konsekvensetikkur, dygdaretikkur og nándaretikkur, verða viðgjørdar, og víst verður á fyrimunir og vansar. Harumframt verður eisini komið inn á bioetikk, umhvørvis– og djóraetikk, tøknietikk, granskingaretikk og virkisetikk. Í sambandi við heimauppgávu skal næmingurin vísa, at hann við støði í omanfyri nevnda dugir at allýsa og viðgera ein trupulleika ella eitt evni við tilknýti til verandi ella ætlaða lóggávu.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestraundirvísing, kjak og aktiv luttøka hjá tí lesandi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka á 5 tímar og heimauppgáva. Tað er treyt fyri at sleppa til próvtøku, at næmingurin hevur latið skrivligu heimauppgávuna inn. Uttanseturs próvdøming (saman við lærara). Heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum, skrivlig próvtøka 2/3. Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi minst hava próvtalið 02 fyri uppgávuna og skrivligu próvtøkuna hvør sær.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Heimauppgávan verður latin inn 19. mai 2023, og skrivliga próvtøkan er sett til 7. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 24. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bárður Larsen
- Undirvísarar
- Jógvan Dalbø Hansen