2450 - Liturgikk og hymnologi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Liturgikk og hymnologi
Skeiðsnummar
2450.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika
Fortreytir
Hetta er yrkisrættað skeið til prestar í fólkakirkjuni. Onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu søkja um upptøku á samsvarandi skeiði nr 2469.21.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum
Tilmelding
Lesandi á ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
3. september 2024
Endadato
26. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Skeiðið skal geva prestum tilvitsku og kunnleika um fólkakirkjunnar gudstænastuskipan og føroyskan sálmaskaldskap.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá føroyskum gudstænastuhaldi, søguligum fortreytum og tilfeingi • greina sálmar við atliti at høvundi og samtíð og við útliti til teirra leiklut í gudstænastligum høpi • lýsa nútíðar liturgisk rák og taka støðu til tey • kjakast um liturgisk og hymnologisk fyrilit, sum mugu takast, tá ið skipað verður fyri guðstænastu
Innihald
Fyrra helvt av skeiðinum viðger gudstænastuna: • Guðstænastuskipanir og innihald: eldri danskar og norskar skipanir, sum hava verið nýttar í Føroyum, løggildar føroyskar altar- og ritualbøkur • Deknagudstænastan og tað menniskjansliga tilfeingið í stórum og smáum sóknum • Guðstænastan lýst í uttankirkjuligum bókmentum • Kirkjubygningarnir og teirra innbúgv Seinna helvt er sálmakunnleiki: • Hymnologisk ástøði • Sálmabókarsøgan, Sálmabók Føroya Kirkju, Sálmabókaruppískoytið 2013 • Føroyskir sálmayrkjarar og teirra samband við átrúnaðar- og mentanarsøgu • Greining av útvaldum sálmum: formur, innihald og funktión
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og framløga frá teimum lesandi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Prógv verður latið fyri skjalprógvaða luttøku.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Prógv verður latið fyri skjalprógvaða luttøku.
Freist fyri frámelding til próvtøku
3. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen
Undirvísarar
Jákup Reinert Hansen
Aftur