2457 - Føroysk kirkjusøga í 18. øld
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Føroysk kirkjusøga í 18. øld
Skeiðsnummar
2457.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika
Fortreytir
Hetta er yrkisrættað skeið til prestar í fólkakirkjuni. Onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu søkja um upptøku á samsvarandi skeiði nr 6330.22.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Umvegis undirvísaran
Byrjanardato
fríggjadagur, 7. februar 2025
Endadato
mánadagur, 8. september 2025
Fakligt innihald
Endamál
Tann lesandi fær yvirlit yvir føroyska kirkjusøgu og serligt innlit í eitt valt tíðarskeið.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • eyðmerkja og skilja ímillum tey stóru rákini í teimum luthersku kirkjunum serliga í 18. øld og meta um tað árin, hesi rák hava havt á føroyskt trúarlív • vísa, at tey eru før fyri at arbeiða sjálvstøðugt við ymiskum átrúnaðarligum tekstasløgum og nýta tey kritiskt sum kirkjusøguligt keldutilfar • lýsa føroyska gudstrúgv við dømum úr frásagnum og átrúnaðarligum skaldskapi • viðgera bæði stríð og samstarv millum kirkjuligar myndugleikar og embæti øðrumegin og tað virkna leikfólkið hinumegin • taka støðu til ta luthersku prædikuna sum livandi orð av prædikustólinum ella endurtøku í lestri og vísa á fyrimunir og vansar við hesum báðum sløgum av boðan
Innihald
Skeiðið fer at varpa ljós á tær báðar stóru rørslurnar í 18. øld, pietismu og upplýsingartíð, sum trúarrák og politiskar stevnur. Spurt verður, hvørja ávirkan tær fingu á tað kristna, vesturlendskan samfelagið og serliga á trúar- og kirkjulív her á landi. Evni verða eitt nú: -kirkjur: bygningar, roknskapir og guðstænastuskipanir -lesiførleiki, undirvísing og skúlaskapur -prestar og leikfólk -fólkslig trúgv og siðvenja -lesnaður og boðan: lestrabøkur, læribøkur, sálmabøkur Skift verður millum kirkjusøgulig og trúarfrøðilig yvirlit og keldur, sum skulu greinast, tulkast, samanberast og setast inn í mentanarsøguligan og átrúnaðarligan samanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 12 x 3 tímar, lagað eftir kirkjuárinum og arbeiðsbyrðu prestanna. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak, bólkaarbeiði og framløga frá teimum lesandi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Prógv verður latið fyri skjalprógvaða luttøku.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Sí próvtøkuhátt
Freist fyri frámelding til próvtøku
fríggjadagur, 7. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen
Undirvísarar
Jákup Reinert Hansen
Aftur