2466 - Altjóða lóg
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Altjóða lóg
Skeiðsnummar
2466.20
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í løgfrøði
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi í M.A. í løgfrøði melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
1. februar 2024
Endadato
15. apríl 2024
Fakligt innihald
Endamál
At geva teimum lesandi alment innlit í altjóða lóg, við doyin á sáttmálarætt og altjóðarættarkeldur og fullveldisríki. Skeiðið er ætlað lesandi á MA í lóg.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi verða før fyriat: - Greiða frá altjóða lóg, rættarkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. - Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av innihaldsligu evnunum í altjóða lóg - Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum og menning gjøgnum siðvenjulóg. - Greina avbjóðandi løgdømis viðurskifti í sambandi við loysn av millumtjóða trætum. - Greiða frá venju hjá royndarstovnum. - Duga at nýta altjóða lóg í verki. - Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum innan altjóða lóg. - Leggja fram við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum.
Innihald
Skeiðið verður býtt upp í fleiri yvirskipað evni, sum saman eru bulurin í altjóða lóg. Hesi eru altjóðarættarkeldur, viðurskiftini millum altjóða lóg og innlendis rætt, krøvini fyri at verða fullveldisríki og fáa viðurkent altjóðarættarsubjektivitet, sáttmálarættur, altjóða trætuloysisskipanir, ábyrgd hjá statum, virkandi lóg hjá altjóða felagsskapum, umframt eisini havrætt. Ítøkiliga verður komið inn á hesi viðurskifti: • Fortreytir fyri, at ein semja (skrivlig ella munnlig) kann metast at verða kelda í altjóðarætti. • Fortreytir fyri altjóða siðvenjurætti. • Almennar rættarreglur sum keldur til altjóðarætt. • Grundreglur, ið binda fullveldisríki uttan mun til innlendis rætt. • Altjóðarættarsubjektivitetur. • Hvørjar tættir avgera um eitt land er eitt fullveldisríki. • Grundleggjandi tættir í sáttmálarætti. • Tulkingarreglur í altjóðarætti. • Viðurskifti, ið avgera, hvussu og í hvønn mun eitt fullveldisríki kann ábyrgjast altjóðarættarliga. • Grundleggjandi reglur, ið virka fyri at loysa millumtjóða trætir. • Atgongd hjá vanligum persónum at ábyrgja fullveldisríki altjóðarættarliga. • Altjóða felagsskapir sum avmarkað altjóðarættarsubjektir. • Høvuðsskipanir í Sameindu Tjóðum • Ræðisrættindi hjá strandalondum at troyta tilfeingi í búskaparøkinum. • Rættindi at fiska í altjóða sjógvi. • Landgrunnur í altjóða lóg.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og verður umframt í stóran mun grundað á kjak og uppgávur í tíma grundað á sokallaða sokratiska háttalagið. Studentaframløgur verða eisini.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka upp á 4 tímar telur 2/3, heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum. Felags próvtal verður givið. Fortreyt fyri at fara til endaliga roynd er, at tann lesandi hevur staðið heimauppgávuna, mett sum sjálvstøðugt avrik. Til endaligu royndina er alt skeiðstilfar tøkt, og atgongd er til net.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 15.apríl 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
15. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bjørn Kunoy
Undirvísarar
Bjørn Kunoy
Aftur