2480 - Masterlæruritgerð
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Masterlæruritgerð
Skeiðsnummar
2480.17
Lestrarár
2023-2024
ECTS
30,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.S.Sc. í politikki og umsiting, M.S.Sc. í samfelagsvísindum, M.A. í søgu
Fortreytir
90 ECTS, ið eru góðkend innan masterlæruskipanina.
Undirvísingarmál
Masterlæruritgerðin kann antin vera á føroyskum el. øðrum norðurlendskum máli við úrtaki á enskum ella vera á enskum við úrtaki á føroyskum/øðrum norðurlendskum máli. Vegleiðingarmálið er treytað av vegleiðara og/ella studenti.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í Master í politikki og umsiting og Master í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
8. desember 2023
Endadato
1. juni 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við masterritgerðini er, at tann lesandi vísir víðkaðar refleksivar førleikar í problemorienteraðum og tvørvísindaligum arbeiðsháttaløgum. Hetta skal verða knýtt at einum viðkomandi akademiskum spurningi innan hansara/hennara fakøki og sjálvvalda evnisøki.
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:  Finna og miðla viðkomandi trupulleikar úr einum vísindaligum sjónarhorni og á hesum grundarlag, vandaliga og sjálvstøðugt greina viðkomandi spurningar.  Vísa víðkaðar førleikar í at viðgera mál úr fleiri sjónarhornum og lýsa torgreiddar støður.  Uppbyggja greiningar, sum viðgera spurningar, ið vitan væntar um, við at brúka viðkomandi ástøðisáðskoðanir og hugtøk  Gera eina víðkaða og álítandi akademiska greining av einum týðandi spurningi, sum fevnir um tað ástøðiliga, metodologiska og tøkniliga.  Sannførandi finna og kjakast um verkligu og ástøðiligu avleiðingarnar, sum standast av greiningini.  Sannførandi kjakast um vísindalig og týðandi evni við áhugapartar.  Greiða frá torgreiddum vísindaligum og týðandi evnum í einum álítandi og hóskandi skrivligum teksti og øðrum miðlum.
Innihald
Vitan um:  Verklig og týðandi mál innan týðandi samfelagslig øki  Greining av samfelagsligum evnum við víðkaðari nýtslu av vísindaligum háttaløgum og ástøði.  Víðkað og týðilig ástøðilig sjónarmið, sum geva betri fatan av samfelagsligum fyribrigdum.  At meistra og skipa problemorienteraðar greiningar
Læru- og undirvísingarhættir
Masterlæru ritgerðin verður framd sum einstaklinga- ella bólkaarbeiði. Rannsóknarevni og kanningarætlan skal góðkennast av útbúgvingarleiðaranum. Evni og kanningarætlan skal leggja dent á og endurspegla vísindaøkið hjá tí lesandi umframt hansara/hennara serkunnleikaøki. Gjøgnum semestrið verður skipað fyri seminarum, sum stuðla ritgerðararbeiðinum. Harumframt fáa lesandi tillutað vegleiðing til ritgerðina.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í ritgerðini. Longdin á ritgerðini er: • Ein lesandi: Í mesta lagi 31.500 orð • Tvey lesandi: Í mesta lagi 40.500 orð • Trý lesandi: Í mesta lagi 50.000 orð
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Masterlæruritgerðin verður latin inn 31.mai 2024, og munnliga próvtøkan er sett til viku 25/26 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
22. desember 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Gestur Hovgaard
Undirvísarar
Aftur