2622 - Búskapur og samfelag
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Búskapur og samfelag
- Skeiðsnummar
- 2622.16
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum
- Fortreytir
- Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki. Førleiki í enskum máli.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting og B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 31. januar 2023
- Endadato
- 1. juni 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at veita søgu-, stjórnmála-, og samfelagsfrøðis-lesandi innlit í • Grundleggjandi partar av lærugreinini búskaparfrøði, herundir týðandi hugtøk og myndlar • Tann leiklut, sum búskaparfrøði hevur í verkligum politikki, og tann leiklut, sum búskaparlig viðurskifti hava og hava havt í samfelagsligum umbroytingum
- Læruúrtøka
- Lesandi, ið hevur staðið skeiðið innleiðsla í búskaparfrøði sum part av BA/BS prógvi, hevur, tá skeiðið er lokið, fingið duguleika í at greiða frá, lýsa, og/ella meta um niðanfyri standandi samfelagsbúskaparlig málsevni: • Marknaðarbúskapur sum drívmegi aftan fyri framleiðslu, arbeiðsbýti og altjóða handli • Marknaðarmekanisman við útboði, eftirspurningi og prísskapan • Orsøkir til at marknaðarmekanisman viðhvørt ikki virkar nóg væl og møguligar politiskar loysnir • Búskaparligu geirarnir og ringrásin, máting av arbeiðsloysi, prísvøkstri og ójavna • Tjóðarroknskapur, herundir gjaldsjavni og uttanlandshandil • Inntøkuskapan, búskaparvøkstur • Búskaparsveiggj og búskaparkreppur • Ymisk sløg av konjukturpolitikki, ástøði aftanfyri, amboð og endamál • Altjóða handil
- Innihald
- Innleiðslu í nøkur av teimum grundleggjandi hugtøkunum og myndlunum innan búskaparfrøðina. Týðandi tema eru útboð og eftirspurningur, marknaðarmekanisma, marknaðarinntriv, produktivitetur og búskapar-vøkstur, búskaparsveiggj og konjukturstýring, altjóða handil
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er 60 tímar. Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, at svara spurningum, og dialogar, studentaframløgur, herundir regluligar vegleiðandi royndir við 15-20 minutta munnligum studentaframløgum við útgangsstøði í neyvari tilskilaðum læruúrtøku-stevnum. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 20 minuttir. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið internet og fartelefon.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til 14. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 14. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Chr. Svabo Justinussen
- Undirvísarar
- Regin Djurhuus Hammer, Dennis Holm