2622 - Búskapur og samfelag
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Búskapur og samfelag
Skeiðsnummar
2622.16
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki. Førleiki í enskum máli.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.S.Sc. í stjórnmálafrøði og B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Lesandi á 4. lestrarhálvuí B.A. í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
29. januar 2024
Endadato
31. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at veita søgu-, stjórnmála-, og samfelagsfrøðis-lesandi innlit í • Grundleggjandi partar av lærugreinini búskaparfrøði, herundir týðandi hugtøk og myndlar • Tann leiklut, sum búskaparfrøði hevur í verkligum politikki, og tann leiklut, sum búskaparlig viðurskifti hava og hava havt í samfelagsligum umbroytingum
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið skeiðið innleiðsla í búskaparfrøði sum part av BA/BS prógvi, hevur, tá skeiðið er lokið, fingið duguleika í at greiða frá, lýsa, og/ella meta um niðanfyri standandi samfelagsbúskaparlig málsevni: • Marknaðarbúskapur sum drívmegi aftan fyri framleiðslu, arbeiðsbýti og altjóða handli • Marknaðarmekanisman við útboði, eftirspurningi og prísskapan • Orsøkir til at marknaðarmekanisman viðhvørt ikki virkar nóg væl og møguligar politiskar loysnir • Búskaparligu geirarnir og ringrásin, máting av arbeiðsloysi, prísvøkstri og ójavna • Tjóðarroknskapur, herundir gjaldsjavni og uttanlandshandil • Inntøkuskapan, búskaparvøkstur • Búskaparsveiggj og búskaparkreppur • Ymisk sløg av konjukturpolitikki, ástøði aftanfyri, amboð og endamál • Altjóða handil
Innihald
Innleiðslu í nøkur av teimum grundleggjandi hugtøkunum og myndlunum innan búskaparfrøðina. Týðandi tema eru útboð og eftirspurningur, marknaðarmekanisma, marknaðarinntriv, produktivitetur og búskapar-vøkstur, búskaparsveiggj og konjukturstýring, altjóða handil
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 60 tímar. Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, at svara spurningum, og dialogar, studentaframløgur, herundir regluligar vegleiðandi royndir við 15-20 minutta munnligum studentaframløgum við útgangsstøði í neyvari tilskilaðum læruúrtøku-stevnum. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 20 minuttir. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið internet og fartelefon.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 21. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
12. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Chr. Svabo Justinussen
Undirvísarar
Regin Djurhuus Hammer, Hallur Eginsson Markná
Aftur