2662 - Samfelagsplanlegging
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Samfelagsplanlegging
Skeiðsnummar
2662.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í søgu, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi førleikar
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
5. september 2024
Endadato
1. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at lesandi ogna sær fatan av og vitan um samfelagsplanlegging í breiðari merking, tvs um tær hugmyndafrøðiligu og politisku tilgongdir sum stuðla undir tilvitaða samfelagsliga menning. Skeiði gevur ástøðiligt innlit í felagsavgerðir og virði, burðardygd og lívskor hjá ymiskum samfelagsbólkum úr søguligum og samanberandi sjónarhorni, umframt innlit í granskingarháttaløg innan samfelagsplanlegging.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal lesandi megna at: • Greiða frá um høvuðsástøði innan planlegging • Greiða frá søguligu menningini av planlegging sum fakøki • At skipa, meta um og miðla vitan um planleggingarviðurskifti
Innihald
• Planlegging sum partur av samfelagsligu stýringini, sum demokratiskt amboð í bý- og bústaðarplanlegging, umframt í kommunalari, lokalari og regionalari menning • Planlegging sum partur av mentan, vinnu, og gerandisdegi á bygd og í bý, í samanberandi og rúmligum sjónarhorni. • Ástøði um samanhangir millum bygnaðarligar samfelagsbroytingar og almennan politikk, hetta í mun til eitt nú demokratiska luttøku, sosiala mobilisering, tøkni, kyn og vald.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari verkætlan (4000-5000 orð). Alt pensum telur við til próvtøkuna
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn 5. desembur 2024, og munnliga próvtøkan er sett til 19. desembur 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
5. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Olga Biskopstø
Undirvísarar
Olga Biskopstø, Ragnheiður Bogadóttir
Aftur