2668 - Bacheloruppgáva í politikki og umsiting
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bacheloruppgáva í politikki og umsiting
- Skeiðsnummar
- 2668.20
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 20,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í politikki og umsiting
- Fortreytir
- Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bacheloruppgávan kann próvdømast.
- Undirvísingarmál
- Bacheloruppgávan kann antin vera á føroyskum el. øðrum norðurlendskum máli við úrtaki á enskum ella vera á enskum við úrtaki á føroyskum/øðrum norðurlendskum máli. Vegleiðingarmálið er treytað av vegleiðara og/ella studenti.
- Tilmelding
- Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 14. november 2022
- Endadato
- 1. juni 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endalig uppgáva (verkætlan) til BA.
- Læruúrtøka
- Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi at: • greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, spurdómi og avmarking. • grundgeva fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. • brúka útvald hugtøk, ástøði og háttaløg til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs. sannførandi vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og granskingarspurningar. • savna saman og arbeiða kritiskt við fakligum bókmentum og heimildum (empiri), sum eru viðkomandi fyri spurdómin. • at skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
- Innihald
- Sjálvvalt evni innan karmanar av fakøkinum: politikkur og umsiting. Evnið skal góðkennast av vegleiðara og útbúgvingarleiðara.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Vegleiðing.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við støði í bacheloruppgávuni.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Bacheloruppgávan verður latin inn 1. juni 2023, og munnliga próvtøkan er sett til viku 25 í 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 14. november 2022
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Christian Svabo Justinussen
- Undirvísarar