2668 - Bacheloruppgáva í politikki og umsiting
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Bacheloruppgáva í politikki og umsiting
Skeiðsnummar
2668.20
Lestrarár
2023-2024
ECTS
20,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í politikki og umsiting
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bacheloruppgávan kann próvdømast.
Undirvísingarmál
Bacheloruppgávan kann antin vera á føroyskum el. øðrum norðurlendskum máli við úrtaki á enskum ella vera á enskum við úrtaki á føroyskum/øðrum norðurlendskum máli. Vegleiðingarmálið er treytað av vegleiðara og/ella studenti.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
8. desember 2023
Endadato
1. juni 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endalig uppgáva (verkætlan) til BA.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi at: • greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, spurdómi og avmarking. • grundgeva fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. • brúka útvald hugtøk, ástøði og háttaløg til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs. sannførandi vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og granskingarspurningar. • savna saman og arbeiða kritiskt við fakligum bókmentum og heimildum (empiri), sum eru viðkomandi fyri spurdómin. • at skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmanar av fakøkinum: politikkur og umsiting. Evnið skal góðkennast av vegleiðara og útbúgvingarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bacheloruppgávuni.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Bacheloruppgávan verður latin inn 31. mai 2024, og munnliga próvtøkan er sett til viku 25 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
14. november 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen
Undirvísarar
Jens Christian Svabo Justinussen, Súsanna Olsen, Heini í Skorini, Hjørdis Gaard Lailudóttir, Sonja Jacoba Jógvansdóttir
Aftur