2668 - Bachelorritgerð í stjórnmálafrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Bachelorritgerð í stjórnmálafrøði
Skeiðsnummar
2668.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
20,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í stjórnmálafrøði
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bachelorritgerðin kann próvdømast.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
Byrjanardato
sunnudagur, 1. desember 2024
Endadato
leygardagur, 1. mars 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endalig uppgáva (verkætlan) til BA.
Læruúrtøka
Við bachelorritgerðini megnar tann lesandi at: • greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, spurdómi og avmarking. • grundgeva fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. • brúka útvald hugtøk, ástøði og háttaløg til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs. sannførandi vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og granskingarspurningar. • savna saman og arbeiða kritiskt við fakligum bókmentum og heimildum (empiri), sum eru viðkomandi fyri spurdómin. • at skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmanar av fakøkinum: stjórnmálafrøði. Evnið skal góðkennast av vegleiðara og útbúgvingarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bachelorritgerðini.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Innlatingarfreist fyri ritgerðina er tann annan Juni. Munnliga verjan verður hildin í viku 24 og 25.
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 1. desember 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen
Undirvísarar
Aftur