2822 - Altjóða politikkur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Altjóða politikkur
Skeiðsnummar
2822.19
Lestrarár
2022-2023
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið støðisútbúgvingina á Søgu- og Samfelagsdeildini ella hava samsvarandi førleika.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Fyrilestrar o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting eru sjálvvirkandi tilmeldað. Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
30. januar 2023
Endadato
23. mars 2023
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í grundleggjandi hugtøk og ástøði um altjóða politikk og við støði í hesum at menna førleikan hjá tí lesandi til sjálvstøðugt at viðgera aktuel altjóða politisk evni.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • duga tey grundleggjandi hugtøkini í altjóða politikki • duga at seta aktuell altjóða politisk evni inn í ein breiðari ástøðiligan samanhang • duga at viðgera aktuell altjóða politisk viðurskifti við støði í teimum ástøðum og hugtøkum, sum tey hava lært.
Innihald
Eitt, sum eyðkennir altjóða politikk, er, at tað ikki finst nakar givin evsti myndugleiki, sum kann seta spælireglurnar fyri viðurskiftini millum alheimsins lond. Hetta ger, at altjóða politikkur grundleggjandi brýtur frá innanhýsis tjóðarligum (nationalstatsligum) politikki. Um tað ikki finst nakar evsti myndugleiki, hvussu verða millumlanda viðurskifti so skipað? Evnið verður lýst við bæði yvirlitsbókmentum og við úrvaldum upprunatekstum – bæði klassisk og modernað ástøði verða viðgjørd (t.d. realisma, institutionalisma og konstruktivisma). Evni, sum verða viðgjørd, eru millum annað: a) Anarki og altjóða politikkur b) Makt og altjóða politikkur c) Trygdarpolitikkur d) Føroyar og Arktis.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið (30 tímar tilsamans) er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, gestalærarum umframt virknari luttøku frá teimum lesandi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í einari skrivligari uppgávu (millum 4.000-5.000 orð). Evnið verður valt í samráð við undirvísaran.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn 20. mars 2023, og munnliga próvtøkan er sett til 27. mars 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
13. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Chr. Svabo Justinussen
Undirvísarar
Jens Christian Svabo Justinussen
Aftur