2822 - Altjóða politikkur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Altjóða politikkur
- Skeiðsnummar
- 2822.19
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í stjórnmálafrøði
- Fortreytir
- Tey lesandi skulu hava staðið støðisútbúgvingina á Søgu- og Samfelagsdeildini ella hava samsvarandi førleika.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 4. februar 2025
- Endadato
- 25. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at geva tí lesandi innlit í grundleggjandi hugtøk og ástøði um altjóða politikk og við støði í hesum at menna førleikan hjá tí lesandi til sjálvstøðugt at viðgera aktuel altjóða politisk evni.
- Læruúrtøka
- Tey lesandi skulu: • duga tey grundleggjandi hugtøkini í altjóða politikki • duga at seta aktuell altjóða politisk evni inn í ein breiðari ástøðiligan samanhang • duga at viðgera aktuell altjóða politisk viðurskifti við støði í teimum ástøðum og hugtøkum, sum tey hava lært.
- Innihald
- Eitt, sum eyðkennir altjóða politikk, er, at tað ikki finst nakar givin evsti myndugleiki, sum kann seta spælireglurnar fyri viðurskiftini millum alheimsins lond. Hetta ger, at altjóða politikkur grundleggjandi brýtur frá innanhýsis tjóðarligum (nationalstatsligum) politikki. Um tað ikki finst nakar evsti myndugleiki, hvussu verða millumlanda viðurskifti so skipað? Evnið verður lýst við bæði yvirlitsbókmentum og við úrvaldum upprunatekstum – bæði klassisk og modernað ástøði verða viðgjørd (t.d. realisma, institutionalisma og konstruktivisma). Evni, sum verða viðgjørd, eru millum annað: a) Anarki og altjóða politikkur b) Makt og altjóða politikkur c) Trygdarpolitikkur d) Føroyar og Arktis.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið (30 tímar tilsamans) er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, gestalærarum umframt virknari luttøku frá teimum lesandi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við støði í einari skrivligari uppgávu (millum 4.000-5.000 orð). Evnið verður valt í samráð við undirvísaran.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Innlatingarfreist fyri ritgerðina er 1 Apríl. Munnliga próvtøkan verður tann 8 apríl .
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 4. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Chr. Svabo Justinussen
- Undirvísarar
- Jens Chr. Svabo Justinussen