2825 - Háttalag II
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Háttalag II
- Skeiðsnummar
- 2825.17
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum
- Fortreytir
- Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar og annað undirvísingartilfar er á enskum og donskum. Fyrilestrar, framløgur, venjingar o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting og B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 30. januar 2023
- Endadato
- 31. mai 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi haldgott innlit í tey vanligastu kvalitativu háttaløgini, sum verða nýtt í samfelagsfrøðini.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skulu tey lesandi • Duga at greiða frá teimum kvalitativu háttaløgunum, ið tey hava lært um á skeiðinum, og vísa, at tey skilja grundtankan í teimum. • Duga at lýsa fyrimunir og vansar við teimum ymsu kvalitativu háttaløgunum. • Hava førleikar til sjálvstøðugt at meta um dygdina í kvalitativum keldum. • Sjálvstøðugt og tilvitað kunna taka avgerðir um val av háttalag í samband við empiriskar kanningar. • Duga at brúka tey háttaløg, tey hava lært um á skeiðinum, til at gera eina kanning í verki.
- Innihald
- Undirvíst verður í teimum mest vanligu kvalitativu háttaløgum, sum interview, eygleiðing, dokmumentanalysu og biografiskum háttaløgum. Eisini verður undirvíst í hvussu ein kann greina og tulka kvalitativ data. Tey lesandi læra harafturat um etiskar spurningar í samband við kvalitativa gransking og aðrar kanningar.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, venjingar, framløgur hjá teimum lesandi og bólkaarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við støði í skrivligari synopsu. Alt pensum telur við til próvtøkuna. Synopsan verður skrivað einsæris og skal verða ímillum 1.800–2.000 orð.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- Ikki ásett
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga synopsan verður latin inn 9. juni 2023, og munnliga próvtøkan er sett til 15. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 13. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Christian Svabo Justinussen
- Undirvísarar
- Dennis Holm, Olga Biskopstø