2825 - Háttalag II
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Háttalag II
Skeiðsnummar
2825.17
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar og annað undirvísingartilfar er á enskum og donskum. Fyrilestrar, framløgur, venjingar o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting og B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
7. februar 2024
Endadato
22. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi haldgott innlit í tey vanligastu kvalitativu háttaløgini, sum verða nýtt í samfelagsfrøðini.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi • Duga at greiða frá teimum kvalitativu háttaløgunum, ið tey hava lært um á skeiðinum, og vísa, at tey skilja grundtankan í teimum. • Duga at lýsa fyrimunir og vansar við teimum ymsu kvalitativu háttaløgunum. • Hava førleikar til sjálvstøðugt at meta um dygdina í kvalitativum keldum. • Sjálvstøðugt og tilvitað kunna taka avgerðir um val av háttalag í samband við empiriskar kanningar. • Duga at brúka tey háttaløg, tey hava lært um á skeiðinum, til at gera eina kanning í verki.
Innihald
Undirvíst verður í teimum mest vanligu kvalitativu háttaløgum, sum interview, eygleiðing, dokmumentanalysu og biografiskum háttaløgum. Eisini verður undirvíst í hvussu ein kann greina og tulka kvalitativ data. Tey lesandi læra harafturat um etiskar spurningar í samband við kvalitativa gransking og aðrar kanningar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, framløgur hjá teimum lesandi og bólkaarbeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari synopsu. Alt pensum telur við til próvtøkuna. Synopsan verður skrivað einsæris og skal verða ímillum 1.800–2.000 orð.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
Ikki ásett
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga synopsan verður latin inn 24. mai 2024, og munnliga próvtøkan er sett til 14. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
21. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen
Undirvísarar
Olga Biskopstø, Hjørdis Gaard Lailudóttir
Aftur