2832 - Løgfrøðilig fatan
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Løgfrøðilig fatan
Skeiðsnummar
2832.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Bachelor í løgfrøði
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleika
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í Bachelor í løgfrøði, eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
31. januar 2024
Endadato
24. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
At veita innlit í ymsa fatan og menning í tulkingarlæru, rættarkeldulæru og løgspeki. Fakið er ætlað løgfrøðilesandi, umframt øðrum við siðsøguligum og stjórnarligum áhuga
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá týðandi rákum í løgfrøðiligari heimspeki og venju. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, sum eyðkenna ymsu tíðarskeiðini, rákini og byltingarnar. -Greiða frá týdninginum av ymiskligum løgfrøðiligum fatanum fyri borgara, fyrisitara, stjórn, ting, dómstólar og aðrar stovnar, eisini kommunalar, samveldis og millumtjóða. - Vísa eina fatan av týdninginum fyri tulking og rættarskapan, sum er knýttur at tí veruleika, at rættarnormar kunnu býtast millum reglur, standardir og prinsippir. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu fatanunum, rákunum og venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi
Innihald
Skeiðið leggur serligan dent á rættarkeldulæru og tulking, serliga trupul mál, og ymisk løgspekilig rák og hvussu hesi ávirka venju í ymsum tíðarskeiðum, stovnum og høpum. Skeiðið fevnir um hesi ítøkiligu evni: - Hvat er løgspeki, og hvør er munurin á løgspeki og rættarkeldulæru (rættarlæru)? - Normlæru, serliga munin á reglum, standardum og prinsippum. - Lýsing av siðbundnu rættarkeldunum. - Lógartulking í ástøði og venju. - Munin á siðvenjulóg og samtyktari lóg og fortreytunum fyri hesum. - Løgfrøðilig argumentatión og retorikkur. - Natúrrætt og rættarpositivismu. - Pragmatismu. - Realismu. - Trupul mál. - Munin á at tulka og fylla út
Læru- og undirvísingarhættir
Uml. 60 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara og venjingum í tímanum
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3, heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum. Fortreyt fyri at fara til roynd er, at tann lesandi hevur staðið heimauppgávuna, mett sum sjálvstøðugt avrik. Til endaligu royndina er alt skeiðstilfar tøkt, og atgongd er til net
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 24. mai 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
14. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Bárður Larsen, Jóhan Jógvansson Lamhauge, Kristian Joensen
Aftur