2838 - Ognarrættur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Ognarrættur
- Skeiðsnummar
- 2838.19
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- Bachelor í løgfrøði
- Fortreytir
- Miðnám ella samsvarandi førleiki.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í Bachelor í løgfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 11. november 2024
- Endadato
- mikudagur, 15. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa eitt grundleggjandi innlit í ognarrætt yvir leysafæ (leysar lutir), men eisini í ein minni innlit í ítøk (servituttar), sum ræðisavmarking av serliga føstum ognum.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá um grundleggjandi reglur um ognarrætt yvir leysafæi og servituttrætt. - Greiða frá, hvussu ognarrættur yvir leysafæ og servituttrættur avmarkast í mun til almenna lóggávu, og greiða frá, hvussu hesi rættarøki mugu skilmarkast móti øðrum rættarøkjum, serliga innan fíggjarrætt. - Finna og skipa ognarrættarliga og servituttrættarliga viðkomandi tilfar, og á tí grundarlagi eyðmerkja trupulleikar og samanhangir. - Greina ognarrættarligar og servituttrættarligar trupulleikar grundað á samansettar rættarkeldur. - Greiða frá javnvágini millum atlitið til ognarrætt og servituttrætt á eini síðuni og mótgangandi privat og samfelagsáhugamál, sum í ítøkiligum málum kunnu tala øvugtan veg. - Reflektera yvir og grundgeva fyri støðutakan í ítøkiligum málum, har rættargrundarlagið ikki er greitt, og har “kapping” kann vera millum ymiskar gyldugar grundgevingar. - Miðla og argumentera skrivliga og munnliga á greiðan hátt.
- Innihald
- Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Ein størri part um ognarrætt yvir leysafæi og ein minni part um ítøk (servituttar). Í partinum um ognarrætt yvir leysafæ fáa lesandi innlit í rættarkeldur og galdandi rætt viðv. grundleggjandi hugtøkum og skipanum sum: - hvussu ognarrættur yvir leysafæi verður fluttur millum persónar, og hvussu viðurskiftini eru móti kravánarum (kreditorum) og øðrum 3. persónum (avtaluvinnarum – “aftaleerhververe”), ið gera krav móti sama ognarluti. - sjálvræðisfrátøku (rådighedsberøvelse) og tinglýsing sum trygd hjá ognara móti seljarans víðarisølu. - eyðmerking (individualisering) sum fortreyt fyri, at keypari er vardur móti seljarans kravánarum við samaslagkeypi (genuskeypi). - avhendan sum avgerandi fyri, nær ognarrættur verður fluttur, og nær seljari kann forða avhendan (steðgingarrættur). - Ognarfyrivarni sum seljarans trygd. - Nær lutur kann krevjast aftur (vindikatión) og nær avognan (ekstinktión) og harvið keyparans rættur vinnur. Í partinum um ítøk (servituttir) fáa lesandi innlit í hesa grundleggjandi skipanina um, hvussu rætturin til serliga fastar ognir kann vera fevndur av avmarkingum. Komið verður inn á, hvussu ítak kann skipast, verjast og missast, so sum: - skipast við avtalu. - missast við ognartøku. - stovnast við hevd. - áleggjast við lóggávu. - áleggjast sum treyt í sambandi við byggiloyvi. - tinglýsast sum verja móti seinni ognarum og kravánarum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3 av próvtalinum, fleirvalaroynd miðskeiðis í skeiðnum telur 1/3. Fortreyt fyri at fara til endaliga roynd er, at tann lesandi hevur staðið fleirvalaroyndina, mett sum sjálvstøðugt avrik. Eitt felags próvtal verður givið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Viku 4
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 15. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bárður Larsen
- Undirvísarar
- Jóhan Jógvansson Lamhauge