2839 - Løgsøga
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Løgsøga
Skeiðsnummar
2839.19
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Bachelor í løgfrøði, B.A. í søgu
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í Bachelor í løgfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
4. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
At veita innlit í føroyska løgsøgu (lógsøgu og rættarsøgu) – við denti á at finna og fata eldri føroyskar lógarheimildir, og hvussu rættarskipan í Føroyum er ment frá altingsskipan til skipanina í dag.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera førur fyri at: -Greiða frá føroyskum lógum og rættum í søguligum høpi við denti á rák og tíðarskeið. - lýsa, greiða frá og finna eldri løgkeldur. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, tá ið ræður um ymisk søgulig tíðarskeið, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi og serligum heimildum og rættindum stovna og borgara í Føroyum í søguligari tíð. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum at nýta hesar stovnar. -Greiða frá týdninginum av broytingum í stjórnarskipanum í Noregi, Danmark og aðrastaðni fyri stovnar og skipanir í Føroyum. -Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum, har løgsøga er týðandi. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum siðsøguligum rákum, ymisligum fatanum, tulkingarrúmd og menning av ymsum løgøkjum. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu tíðarskeiðunum og rákunum. -Miðla og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu tíðarskeiðunum, siðvenjunum og mentu venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Innihald
Skeiðið byrjar við at hyggja at Kongsbókini, elsta varðveitta føroyska lógasavni, og at seta hetta savn í altjóða høpi søguliga og løgfrøðiliga. Síðani verður á sama hátt tikið í ymisligar keldur, sum lýsa tíðarskeið og rák, teirra millum eru løglig heimssøga, norrøn løgsøga, gomlu sáttmálar (kongsvald í vestri), eldra einaveldið (lenstíð), upplýsta einaveldið (nýskipan og grunnarnir), fólkaræði (løgting endurskipað), fólkaræði (ávirkan og avmarkingar), seinna heimskríggj (fyribils stýrisskipan), Dentur verður lagdur á at taka upp ymisk høpi og hugtøk av týdningi fyri hvørt evni, eitt nú løgrætta og nýmæli úr norrønum løgsiði, eins og at greiða frá bæði føroysku markatalsbygdini sum sjálvstøðugt løgdømi umframt stovnum omanfyri og hvussu allir hesir stovnar samvirkaðu. Víst verður á ítøkiligi dømi úr tingbókum og bókum hjá øðrum stovnum. Í víðari menningini verður greitt frá rákum sum tí góða einaveldinum, fysiokratismu og moderniseringshugi, og hvussu hesi rák ávirka føroyska lóg.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum, umframt studentaframløgur. Serligt er skrivliga avrikið, sum skal betrast eftir framløgu.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3 av próvtalinum, fleirvalaroynd miðskeiðis í skeiðnum telur 1/3. Fortreyt fyri at fara til endaliga roynd er, at tann lesandi hevur staðið fleirvalaroyndina, mett sum sjálvstøðugt avrik. Eitt felags próvtal verður givið. Skeiðstilfar er tøkt á teldu, og atgongd er til net.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til viku 51
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Erling Isholm, Bárður Larsen
Aftur