2842 - Úrskurðargreining
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Úrskurðargreining
Skeiðsnummar
2842.19
Lestrarár
2022-2023
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Bachelor í løgfrøði
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, skandinaviskum og enskum. Framløgur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í Bachelor í løgfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
10. februar 2023
Endadato
2. juni 2023
Fakligt innihald
Endamál
Skeiðið snýr seg um, hvussu lóg og rættur virkar og mennist sum venja hjá ymiskum royndarstovnum, og hvussu royndarstovnar røkka og grundgeva fyri sínum úrskurðum. Móti hesum bakstøði er endamálið at geva lesandi vitan og førleika til at lesa og greina dómstólaúrskurðir og úrskurðir frá øðrum royndarstovnum, bólka hesar í ymiskar skrivistílar og hættir at grundgeva fyri harvið betur at fata sambandið millum almenna rættarstøðu og einstøk mál.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá týdninginum av, at dómar eru alment atgongdir. - Lesa dómar. - Greina dómar og eyðmerkja grundleggjandi partar. - Greiða frá týdninginum av dómsúrskurðum sum rættarkeldu. - Eyðmerkja ratio decidendi og obiter dicta í einum dómi og greiða frá muninum. - Vita um grundleggjandi ástøði um logikk og ástøði um grundgeving og próvførslu. - Skilja hvussu grundgeving við dómstólarnar spennir seg út millum deduktiva grundgeving, analoga grundgeving og pragmatiska og fleirtáttaða grundgeving. - Meta um úrskurðir sagdir í ávikavist semju og dissensi og avleiðingina fyri myndugleika (autoritet) og undirtøku (legitimitet) av ymiskum hættum. - Vita um fremmandar dómstólar og royndarstovnar, sum ikki eru dómstólar, teirra stíl og máta at grundgeva. - Bólka úrskurðir eftir ymiskum stílum at skriva sum antin formalistiskan (reinan) stíl ella pragmatiskan (ikki reinan) stíl. - Bólka úrskurðir sum antin minimalistiskar ella maksimalistiskar og meta um fyrimunir og vansar við ymisku hættunum. - Lýsa dómstólanna grundgevingarkrav. - Miðla og orða vitan og grundgevingar fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Innihald
Skeiðið leggur serligan dent á at læra at lesa og greina dómsúrskurðir og aðrar úrskurðir og ymiskar stílar og hættir, ið hesir eru skrivaðir eftir og grundgivnir út frá. Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: - Dómin í breiðari merking og ymisku partarnar av honum. - At almannakunngera úrskurðir og týdningin av hesum. - Partin av grundgevingini fyri dóminum, sum er berandi fyri niðurstøðuna (ratio decidendi) og tað, sum grundgevingin inniheldur av minni týðandi viðmerkingum (obiter dicta). - Dómsúrskurðir sum rættarkeldu. - Logikk og ástøði um próvførslu og grundgeving. - Løgfrøðiliga próvførslu og grundgeving. - Ymiskar hættar at grundgeva, so sum munin á deduktivum/syllogistiskum og analogum hátti og ymisk stig av minimalismu. - Ymiskar skrivistílar, so sum munin á formalistiskum (reinum) stíli og pragmatiskum (minni reinum) stíli. - Úrskurðir sagdar í semju ella við dissensi. - Fremmandar dómstólar og teirra úrskurðir. - Aðrar royndarstovnar enn dómstólar. - Kravið um grundgeving.
Læru- og undirvísingarhættir
Millum 40 og 50 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum. Harumframt verða nakrar smærri innlatingaruppgávur partur av undirvísingini.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Royndin er í tveimum. Bundin heimauppgáva miðskeiðis til tíðliga í seinnu helvt í skeiðnum telur 1/3. Heimauppgávan er á minst 5 síður (hvør síða 2.400 tekin við gloppum) við í minsta lagi viku freist (nærri reglur ásettar í lesiætlanina). Skrivlig roynd á 4 tímar, tá skeiðið endar, telur 2/3. Eitt samlað próvtal verður givið. Fortreyt fyri at standa samlaðu royndina er, at báðir partar av royndini eru til staðið. Eisini er fortreyt fyri at sleppa til roynd, at áður nevndu smærri innlatingaruppgávur eru latnar inn og góðkendar av undirvísara (nærri reglur um tal og longd á uppgávum verður ásett í lesiætlanini).
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Bundna heimauppgávan verður latin inn 21. mai 2023, og skrivliga próvtøkan er sett til 30. mai 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
24. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Bárður Larsen, Kristian Joensen
Aftur