2850 - Familju- og arvarættur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Familju- og arvarættur
Skeiðsnummar
2850.21
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Bachelor í løgfrøði
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfarið er á føroyskum, enskum og skandinaviskum.
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu í Bachelor í løgfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini við at senda ein teldupost til SSD@setur.fo.
Byrjanardato
30. august 2023
Endadato
18. januar 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í grundleggjandi familju- og arvarættarligar reglur, prinsipp og venjur fyri at gera lesandi før fyri at greiða frá, kenna og viðgera grundleggjandi spurningar í familju- og arvarætti.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - sýna ítøkiliga og breiða vitan um evnið og kunna greina ta lóggávu, venju og ástøði, ið knýtir seg at rættarøkinum familju- og arvarætti. - greiða frá berandi fyrilitum og grundgeving fyri einstøku reglunum og prinsippunum í familju- og arvarætti. - grundað á rættarkeldurnar í økinum at samskipa og greina ítøkiligar familju- og arvarættarspurningar. - grundgeva greitt og neyvt fyri, hvussu ein ítøkiligur familju- og arvarættartrupulleiki kann fyribyrgjast ella loysast. - duga at velja millum fleiri ymiskar loysnir á fakliga væl grundgivnan hátt. - Miðla og orða vitan og argument á greiðan hátt, málsliga rætt og væl framborið.
Innihald
Familjurættur snýr seg um galdandi rætt í familjurætti, íroknað: - Ásetingar um at ganga saman í hjúnalag. - Rættarstøðuna millum persónar í hjúnalagi, eitt nú ásetingar um uppihaldsskyldu, ognarviðurskifti og sáttmálar millum hjún. - Rættarstøðuna í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað, herundir løgfrøðiliga viðkomandi orsakir, og ásetingar viðvíkjandi at skifta búgv. - Rættarstøðuna hjá ógiftum samlivandi, m.a. í sambandi við samlívsslit. - Viðkomandi ásetingar viðvíkjandi børnum, eitt nú faðirskap, foreldramyndugleiki, rættur til samveru og uppihaldsskylda. Arvarættur snýr seg um rættarstøðuna í tilknýti til ognir hjá persóni í sambandi við deyða, eitt nú: - Rætturin til ættararv. - Rætturin hjá hjúnafelaga til arv. - Testamenti og deyðsgávur. - Rætturin til at siga arv frá sær (arvafrásøgn). - Kvantitativt og kvalitativt býti av arvinum. Umframt gjøgnumgongd av omanfyri nevndu evnum, byrjar skeiðið við eini innleiðslu, ið snýr seg um familju- og arvarættin í høvuðsheitum, eitt nú um familju- og arvarættin sum føroyskt sermál.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærarum. Eftir umstøðunum verða næmingavenjingar og -framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Fleirvalaroynd tíðliga til miðskeiðis á skeiðum telur 1/4. Endalig skrivlig próvtøka upp á 4 tímar telur 3/4. Tann lesandi hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini. Fortreyt fyri at sleppa til endaliga skrivliga roynd er, at tann lesandi hevur møtt til fleirvalaroynd og staðið hesa.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Fleirvalaroyndin er sett til 9. novembur 2023. Skrivliga próvtøkan er sett til 25. januar 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
9. september 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Lene Moyell Johansen, Monica Hjelm Rasmussen
Aftur