2871 - Háttalag I
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Háttalag I
Skeiðsnummar
2871.17
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
2. september 2024
Endadato
12. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eitt yvirlit yvir og innlit í tey vanligastu kvantitativu háttaløgini, sum verða nýtt í samfelagsfrøði, herundir lýsandi hagfrøði (descriptive statistics) og útleiðandi hagfrøði (inferential statistics), og at menna praktisku førleikarnar hjá tí lesandi at nýta hesi háttaløg í einari kvantitativari greining.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi • Skilja grundleggjandi hagfrøðilig hugtøk og duga at greiða frá hvussu hesi kunnu brúkast í einari kvantitativari kanning. • Duga at savna kvantitativ data saman í samband við ein spurdom, og at brúka viðkomandi forrit til at lýsa hesi data við talvum og grafum. • Duga at brúka tey analytisku amboðini tey hava lært til at gera eina eina kvantitativa greining í verki. • Hava førleikar til sjálvstøðugt og kritiskt at meta um dygdina í einum datasetti, og verða før fyri at meta um fyrimunir og vansar við kvantitativum háttaløgum.
Innihald
Innsavnan og skipan av kvantitativum data, har undirvíst verður í, hvussu ein kann savna saman hesi data (herundir spurnarkanningar), og hvussu tey kunnu setast upp, soleiðis at sum mest av informasjónsvirði fæst uppá einfaldasta máta. Givin verður frálæra í teimum mest brúktu hagfrøðiligu amboðunum, sum verða brúkt innan kvantitativ háttaløg (lýsandi hagfrøði, hagfrøðiligum inferensi, venjing í hypotesutest, sammeting av bólkum, korrelasjón og regresjón).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestraundirvísing og venjingar tilsamans 60 tímar. Dentur lagdur á, at tann lesandi umframt at lesa og seta seg inn í pensum til hvønn skeiðsgang eisini er til staðar í sjálvari undirvísingini og luttekur virkin í øllum venjingum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari verkætlan (umleið 5-6 síður), hvar tey lesandi brúka viðkomandi analytisk amboð, sum tey hava lært um á skeiðnum, til at greina ein spurdóm (testa eina hypotesu) og fyrihalda seg kritiskt til egnu úrslit. Alt pensum telur við til próvtøkuna. Treyt fyri at fyri at sleppa til próvtøkuna er, at tann lesandi hevur staðið eina skrivliga heimauppgávu, sum verður latin teimum lesandi á skeiðnum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til 18. januar 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
2. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen
Undirvísarar
Hallur Eginsson Markná
Aftur