3163 - Bachelorverkætlan í maskinfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bachelorverkætlan í maskinfrøði
- Skeiðsnummar
- 3163.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í maskinfrøði
- Fortreytir
- Staðið minst 60 ECTS eftir lestrarætlanini
- Undirvísingarmál
- Ritgerðin verður skrivað á føroyskum/øðrum norðurlendskum máli ella enskum. Vegleiðingarmálið er treytað av vegleiðara og/ella studenti.
- Tilmelding
- Lesandi á 7. lestrarhálvu í B.Sc. í maskinfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- 26. august 2024
- Endadato
- 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At gera studentin føran fyri at gera eina sjálvstøðuga granskingarverkætlan, sum hevur praktiskar royndir, tekniskar útrokningar og/ella teoretiskar hugleiðingar, og at leggja úrslitini fram, bæði skrivliga í eini verkætlanarfrágreiðing og munnliga í eini framløgu og próvverju.
- Læruúrtøka
- Eftir bachelorritgerðina skal studenturin vera førur fyri at: - Arbeiða sjálvstøðugt við einum nýggjum evni við avmarkaðari vegleiðing. - Tilrættisleggja, skipa fyri og útinna eitt størri arbeiði innan fyri eitt avmarkað tíðarskeið. - Finna týðandi upplýsingar og vanda sær um, hvussu tær kunnu nýtast. - Søkja sær kunnleika um tekniskar ella vísindaligar uppgávuloysnir. - Endurgeva vísindaástøði, tekniska vitan og úrslit í skriving, í myndum og í munnligari framløgu. - Skipa arbeiði og úrslit í eina greiða og vælskipaða frágreiðing við hóskandi vísindaligum málburði, próvførslu og sniði.
- Innihald
- Sjálvstøðugt kanningararbeiði í einum góðkendum evni innan verkfrøði. Ein vegleiðari av Náttúruvísindadeildini verður knýttur at arbeiðinum, og møguliga ein uttanífrá. Ein frágreiðing verður skrivað, sum byggir á úrslitini í kanningarbeiðinum. Í henni eru tekstur, talvur og myndir í hóskandi sniði (forsíða frá NVD, samandráttur á føroyskum og enskum fyri almenningin, innihaldsyvirlit, inngangur um bókmentir á økinum, tilfar og arbeiðshættir, úrslit, umrøða og viðger, niðurstøða, tilvísingar og heimildir, og at enda fylgiskjøl. Studenturin og vegleiðarin avtala málið, sum frágreiðingin verður skrivað á.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Verkætlanarvendur sjálvlestur við einum studenti ella einum bólki við tveimum studentum. Eru tveir studentar, má tað klárt greinast, hvør eigur hvørt íkast. Viðgerð og vegleiðing frá vegleiðara.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Meting av verkætlanarfrágreiðing - munnlig framløga og verja av frágreiðingini.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Ritgerðin verður latin inn 24. januar, 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Benadikt Joensen
- Undirvísarar