3173 - Evnafrøði fyri verkfrøðingar
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Evnafrøði fyri verkfrøðingar
Skeiðsnummar
3173.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í verkfrøði, B.Sc. í maskinfrøði
Fortreytir
C-stig í evnafrøði, B-stig í stødd- og alisfrøði ella líknandi støði
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.Sc. í Verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Náttúruvísindadeildini við at senda ein teldupost til NVD@setur.fo.
Byrjanardato
22. januar 2024
Endadato
31. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi grundleggjandi innlit í evnafrøðiligar meginreglur, eins og nýtslu av evnafrøði í nútíðarsamfeløgum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: • Greiða frá uppbyggingini av skeiðbundnu skipanini eins og periodiskari variatión av eginleikum hjá frumevninum. • Greiða frá uppbygging av atomum og mýlum. • Greina idealgasslógina og týdninginum av partialtrýsti. • Nýta grundleggandi termodynamik, eitt nú enthalpi, entropi og fríu orku Gibbs, at greina evnafrøðiligar reaktiónir. • Greiða frá mongdarlutfalli og stilla reaktiónslíkningar. • Greina og skilja ímillum sløg av evnafrøðiligum bindingum. • Lýsa reaktiónsordan, aktiveringsorku fyri evnafrøðiligar tilgongdir eins og ávirkanina av katalýsu. • Greina javnvágskonstant fyri eina reaktión og rokna út javnvágsamanseting. • Rokna út pH í upploysingum av veikum og sterkum sýrum og basum eins og puffaraskipanum. • Rokna út oxidatiónstrin og stilla redoxreaktiónir. • Greiða frá koordinatiónsforbindilsum • Lýsa og bólka lívrunnin evnir • Vísa í verki hegni og dugnasemi í starvsstovu, greina og leggja fram um kanningarúrslit
Innihald
• Støkiometri • Loftevnislógir. • Grundleggjandi termodynamikkur. • Skeiðbundna skipanin. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. • Javnvág og kinetikkur • Sýrur og basar. • Kemiskar bindingar. • Elektroniskar konfiguratiónir í atomum og mýlum. • Colligativir eginleikar. • Innleiðandi ólívrunnin og lívrunnin evnafrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, starvstovuvenjingar, bólkaarbeiði og framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Fyri at sleppa til skrivligu próvtøkuna: • skulu kravd skrivlig avrik vera innlatin rættstundis og eftirmett og • starvsstovuarbeiði verða góðkent. 4 tíma skrivlig roynd. Øll hjálparamboð eru loyvd, t.d. bøkur, uppgávur, notur. Endurpróvtøka: Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 14. juni 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
22. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sigurd Christiansen
Undirvísarar
Sigurd Christiansen
Aftur