3175 - Berandi konstruktiónir I
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Berandi konstruktiónir I
Skeiðsnummar
3175.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í verkfrøði
Fortreytir
Mekanikkur
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Grundbókin er á donskum. Bólkarbeiði, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
18. august 2024
Endadato
12. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Geva tí lesandi grundleggjandi vitan og førleikar innan greining av berandi bygningskonstruktiónum.
Læruúrtøka
Ein lesandi ið hevur staðið hetta skeiðið er førur fyri at: - Rokna álagssamansetingar og áseta áløg eftir Eurocode 0 og Eurocode 1. - Áseta reaktiónir út við at nýta javnvágslíkningar. - Áseta kraft í stongum í gittarkonstruktiónum. - Áseta snitkreftir í statiskum bestemtum bjálkum. - Nýta meginregluna um virtuelt arbeiði til at áseta reaktiónir og snitkreftir. - Nýta meginregluna um virtuelt arbeiði til at áseta útboyggingar av gittar- og bjálkakonstruktiónum. - Áseta inertimoment av einkultum tvørskurðum. - Áseta burðarmagn av súlum. - Avgera form og kreftir av einføldum kaðlum og bogum.
Innihald
Skeiðið er eitt innleiðsluskeið til byggiverkfrøði, ið byggir víðari á mekanikkina á fyrsta semestri, har arbeitt verður við at greina mest vanligu sløgum av berandi konstruktiónum og byggitilfari.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, bólkaarbeiði við nýtslu av læruúrtøkum frá fyrilestrum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Allir partar av próvtøkuni skulu standast fyri at standa skeiðið. 15% kravdar innlatingar 10% bólkauppgáva 75% skrivlig próvtøka (4 tímar)
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 2, 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
18. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Eyðbjørg Amanda Petersen
Undirvísarar
Eyðbjørg Amanda Petersen
Aftur