3176 - Innleiðandi elfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Innleiðandi elfrøði
- Skeiðsnummar
- 3176.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í verkfrøði
- Fortreytir
- Elektromagnetisma og góður kunnleiki til rokning við kompleksum tølum.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu á B.Sc. í Verkfrøði eru sjálvirkandi tilmeldaði. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
- Byrjanardato
- týsdagur, 14. januar 2025
- Endadato
- hósdagur, 22. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At gera studentin føran fyri at skilja innleiðandi elfrøði, elektriskar rásir, elorku og elektrisku installatiónina í einum húsum.
- Læruúrtøka
- Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Definera spenning, streym og effekt. Lýsa heftar og óheftar spennings- og streymkeldur. - Lýsa og brúka grundleggjandi streymráslógir. - Analýsera seriu-, parallell- og blandaðar rásir við mótstøðum. Rokna við spennings- og streymbýting - Brúka superposition og lógirnar hjá Thevenin og Norton. - Lýsa sambandið millum streym og spenning í L- og C-rásum. Rokna uppá RC- og RL-rásir. - Rokna stationeru DC-loysnina í rásum við R, L og C. - Rokna stationeru AC-loysnina í rásum við R, L og C, herundir seriu- og parallellbindingar. Brúka fasorar og kompleks tøl. - Rokna uppá 3-fasaðar rásir. - Rokna aktiva effekt, reaktiva effekt og sýniseffekt. - Skilja elektrisku installatiónina í einum húsum. - Tekna frekvenskarakteristikk (amplitudu og fasu) fyri einfald filtur. - Lýsa diodumodell: tað idella modellið og stykkjavís linjurøtt model. - Lýsa einsrættaraskipanir og duga lutfallið millum AC- og DC-streym. - Skilja ávirkanina av harmoniskum á elnetinum.
- Innihald
- Kirchoffs lógir og systematisk viðgerð av streymrásum. Thevenin, Norton og superpositión. Mótstøður. Kondensatorar, induktansar, spenningskeldur og streymkeldur. Tíðsvarierandi spenningar og streymar. Stationerir spenningar og streymar. Fasorar og kompleks rokning. 3-fasaðar skipanir. Elektriska installatiónin í einum húsum. Periodiskar funktiónir og harmoniskir. Frekvens-karakteristikkir og filtir. Diodur og einsrættararásir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið. Fyri at sleppa til próvtøku skal starvsstovuarbeiði vera góðkent.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan verður í viku 23, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 33-34, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 14. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Benadikt Joensen
- Undirvísarar
- Benadikt Joensen