3180 - Veskumekanikkur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Veskumekanikkur
Skeiðsnummar
3180.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í verkfrøði
Fortreytir
Termodynamikkur
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu á B.Sc. í Verkfrøði eru sjálvirkandi tilmeldaði. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
Byrjanardato
týsdagur, 14. januar 2025
Endadato
hósdagur, 22. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
At geva eina ástøðiliga fatan, so til ber at skilja, orða og loysa veskumekaniskar spurningar innan mekaniska verkfrøði og orku verkfrøði.
Læruúrtøka
Eftir at hava lokið skeiðið, skal tann lesandi kunna: 1. Lýsa vesku eginleikar og -sereyðkenni. 2. Lýsa flokkan av streymingum og skilja millum laminerar og turbulentar umstøður. 3. Gera grundleggjandi útrokningar av statiskum trýstum og kreftum. 4. Lýsa hugtakið rúmar stýring og tess nýtsla. 5. Lýsa liðini í Navier-Stokes líkning. 6. Lýsa og útføra grundleggjandi brúk av Bernoullis- líkning. 7. Lýsa hugtakið dimensiónleys tøl og teirra grundleggjandi nýtslu. 8. Lýsa hugtakið viskuøs greinsuløg og tilhoyrandi trýst og kreftir, og nýta hetta til loysn av grundleggjandi uppgávum. 9. Lýsa korrelatiónsgrundaðar líkningar fyri kreftir og trýsttap og nýta hesar til loysn av grundleggjandi uppgávum. 10. Lýsa effektivitetir og orkutap í ráki. 11. Gera grundleggjandi útrokningar fyri tap í rør ráki, t.d. í drekkivatnsskipanum og í hitaskipanum. 12. Lýsa meginreglurnar í ráktólum – pumpur, turbinur og propellir – og teirra grundleggjandi sereyðkenni. 13. Lýsa effektivitetssereyðkennini fyri turbinur og pumpur og duga at gera útrokningar fyri grundleggjandi dømir.
Innihald
Innleiðsla í grundleggjandi meginreglur fyri varðveitslu av massa, momenti og orku hjá veskumekaniskum skipanum. Varðveitslulíkningar fyri kontrol volumen. Vesku statikkur. Navier-Stokes og Euler’sa líkningar í differentialformi. Bernoulli’sa líkning í tapleysa førinum. Vortisitetur (Meldur). Streymfunktiónin. Statiskt, dynamiskt og samlað trýst. Støddar analysa. Tap í rørskipanum. Greinsulags ástøði, rák yvir ein plan, grunnleggjandi atmosferu greinsulagsrák. Aerodynamikkur hjá flúgvaraveingjum. Floym maskinur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuloysn, starvsstovuarbeiði, uppgávuinnlatingar (teori og praktiskar) og sjálvlestur
Próvtøka
Próvtøkuháttur
25 % bólkauppgávur 75 % skrivlig próvtøka (4 tímar), skrivlig hjálparamboð loyvd (uttan net)
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan verður í viku 23, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 33-34, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 14. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Joensen
Undirvísarar
Bárður Joensen
Aftur