3182 - Starvsvenjing fyri verkfrøðingar
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Starvsvenjing fyri verkfrøðingar
Skeiðsnummar
3182.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
30,00
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði
Fortreytir
Vanlig fortreyt er, at tann lesandi hevur staðið flestu onnur skeið á útbúgvingini undantikið bachelorverkætlan. Starvslærustaðið kann vera ein fyritøka, ein stovnur, ein fyrisiting, eitt tænastuvirki ella framleiðsluvirki. Starvslærustaðið skal hava fulltíðarsett starvsfólk, ið er ført fyri at vegleiða innan tey arbeiðsøki, tann lesandi skal virka. Starvslærutíðin skal hava eitt fakliga relevant innihald.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.Sc. í Verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Náttúruvísindadeildini við at senda ein teldupost til NVD@setur.fo.
Byrjanardato
15. januar 2024
Endadato
31. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við stervsvenjingini er at víðka arbeiðsførleikarnar hjá tí lesandi, umframt at skapa samanhang millum útbúgving og arbeiðsmarknað.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið eigur tann lesandi at: - kenna til almenn virkisøki og vinnugrundarløg innan verkfrøði - kunna lýsa skipan og arbeiðshættir á starvsslærustaðnum. - brúka egnar fakligar førleikar innan verkfrøði at loysa verkligar trupulleikar. - kunna virka sjálvstøðugt og taka ábyrgd fyri egnari fakligari menning - kunna virka sum partur av einum toymi. - kunna planleggja og útinna verkfrøðiuppgávur undir viðkomandi fortreytum og krøvum. - kenna til tøkni, loysnir og háttaløg innan verkfrøði. - skjalfesta egið arbeiði í eini vælskipaðari frágreiðing.
Innihald
Tann lesandi brúkar tað, sum svarar til eitt heilt semestur (18 vikur ella áleið 720 tímar) á starvslærustaði, ið virkar á viðkomandi øki innan orkuverkfrøði. Hesa tíðina skal tann lesandi arbeiða eftir vanligum treytum eins og onnur starvsfólk á staðnum. Tann lesandi lærir og útinnir í samstarvi við onnur starvsfólk viðkomandi uppgávur, og eigur eftir lokið tíðarskeið at kunna loysa ítøkiligar uppgávur innan tænastuøkið á starvslærustaðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Tann lesandi virkar á starvslærustaðnum innan viðkomandi evni og fær har eftir tørvi upplæring í viðkomandi tólum og háttaløgum, men skal eisini vera førur fyri at finna og brúka vitan sjálvstøðugt. Starvsøkið hjá starvslærustaðnum sum heild, og ítøkiligar loystar arbeiðsuppgávur, verða skjalfest í eini stervsvenjingarfrágreiðing (kann verða skrivað í trúnaði, um starvslærustaðið vil tað).
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Starvsvenjingarfrágreiðing, ið inniheldur hesi avsnit - Starvslærustaðið: uppgáva í samfelagnum, hvussu tað er skipað og evt. handilsligt grundarlag - Starvslærutíðin: kronologisk lýsing av tíðini á starvslærustaðnum - Fakligar uppgávur: lýsing av fakligum uppgávum, ið vóru partur av starvslæruarbeiðinum - Eftirmeting av tíðini: faklig og persónlig úrtøka frá starvsvenjingini, hvat kundi verið betri - Eftirmeting av starvsførleika: hvussu var eg fyrireikaður til uppgávuna, hvørjir partar av míni útbúgving stuðlaðu mær fakliga, hvat kundi verið betri - Áhugaverd evni: lýsing av evnum/hugskotum, ið kundu verið grundarlag undir komandi bachelorverkætlan
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til 14. juni 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
15. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jari í Hjøllum
Undirvísarar
Jari í Hjøllum, Benadikt Joensen, Hans Georg Bayer
Aftur