3188 - Byggitilfar
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Byggitilfar
- Skeiðsnummar
- 3188.25
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í verkfrøði
- Fortreytir
- Ongar, tó viðmælt at hava staðið Støddfrøði 1 og Evnafrøði fyri verkfrøðingar.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í verkfrøði vera tilmeldaði við avtalu við útbúgvingarleiðara.
- Byrjanardato
- mikudagur, 26. februar 2025
- Endadato
- mikudagur, 28. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Skeiðið fevnir um ymisk byggitilfar, eitt nú betong, timbur og stál – t.d. teirra framleiðslu, nýtslu og týdningarmestu eginleikar. Skeiðið gevur eina stutta innleiðslu til burðardygga bygging og umhvørvisávirkanina frá byggitilfari. Starvsstovan gevur møguleika fyri royndum og máting av eginleikum.
- Læruúrtøka
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi fær grunnleggjandi vitan innan byggitilfar. Eftir at hava lokið skeiðið, skal tann lesandi: 1. Kenna vanlig byggitilfar og teirra eginleikar 2. Vera førur fyri at hugleiða um trupulleikar, sum stava frá framleiðslu og nýtslu av byggitilfari. 3. Vísa tilvitsku um møguligar vandar við ymiskum byggitilfari. 4. Vera førur fyri at gera mátingar við tøkniligum útbúnaði í starvsstovu (íroknað greining). 5. Tulka og virðismeta mátiúrslit. 6. Skipa og fremja verkætlanararbeiði í bólki. 7. Presentera starvsstovuuppgávur sum stuttar tekniskar frágreiðingar. 8. Vera førur fyri at hugleiða um hvussu ein kann náa burðardyggari bygging.
- Innihald
- Innleiðsla til tilfar brúkt til bygging, stál, timbur, betong, plastikk, grót, metallir uttan jarn, glas. Starvsstovuroyndir í: starvsstovutrygd, feskt betong, herdað betong, træ eginleikum, stál tæring.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, uppgávuloysn, starvsstovuarbeiði, uppgávuinnlatingar (teori og praktiskar) og sjálvlestur
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Starvsstovu royndir og greining (staðið/ikki staðið) Uppgávuinnlatingar (7-talsstigin) Bæði starvsstovuroyndir og uppgávuinnlatingar skulu standast fyri at standa skeiðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Starvsstova og greining, umframt allar innlatingar skulu vera avgreiddar í seinasta lagið 17. Juni 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mikudagur, 26. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Karin Monika Elisabeth Habermehl-Cwirzen
- Undirvísarar
- Karin Monika Elisabeth Habermehl-Cwirzen