3189 - Bachelor verkætlan
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bachelor verkætlan
- Skeiðsnummar
- 3189.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 20,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í verkfrøði
- Fortreytir
- Staðið 150 ECTS á Verkfrøði útbúgving, umframt staðið starvsvenjing á 30 ECTS
- Undirvísingarmál
- Ritgerðin verður skrivað á føroyskum/øðrum norðurlendskum máli ella enskum. Vegleiðingarmálið er treytað av vegleiðara og/ella studenti.
- Tilmelding
- Lesandi á 7. lestrarhálvu í B.Sc. í verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 26. august 2024
- Endadato
- 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Bachelor lesturin verður lokin við eini verkætlan um eitt valt evni í byggi-, orku- ella el-verkfrøði og skriva eina samanhangandi og greiða frágreiðing um arbeiði í verktætlanini.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: - á vælskipaðan hátt eftir givnari vegleiðing um val av evni, deilmál og tíðarfreistir, sjálvstøðugt gjøgnumføra arbeiðið við BSc-verkætlanini. - kritiskt søkja, velja og nýta álítandi og nútíðarhóskandi vitan innan valda evnið úr lærubókum, frá internetinum ella frá øðrum keldum, og veita greiðar kelduávísingar til brúktar keldur. - sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta ritgerð, sum í røttum fakligum máli gevur eina góða lýsing (skjalfesting) av gjørdu verkætlanini, umframt at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri samanhang innan t.d. byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella elverkfrøði. - Geva eina munnliga framløgu um verkætlanina, svara spurningum og innganga í einum fakligum kjaki um valda evnið.
- Innihald
- Evni vera vald av teimum lesandi í samráði við fakligar vegleiðarar og ábyrgdarvegleiðara (fyri verkætlanina), og valda evnið verður lýst í eini av ábyrgdarlæraranum (fyri skeiðið) góðkendari verkætlanarlýsing á føroyskum ella enskum, sum vanliga er 1-3 A4 síður við keldulista. Verkætlanin umfatar eina gjølla lýsing og viðgerð av tillutaðu verkætlanaruppgávuni, mátingar við mátitólum, um tað er viðkomandi, savn av tilfari, greining av spurningum, og møguliga gerð ella kanning av skipan ella telduforriti. Ritgerðin eigur eisini at innihalda kjak av egnum niðurstøðum, umframt møguligar samanberingar við áður vunnin úrslit við tilvísingum til keldulistan. Ritgerðin verður skrivað á máli, ið semja verður gjørd um millum ábyrgdarlærara og student, vanliga á føroyskum, einum øðrum norðurlendskum máli ella enskum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Verkætlanar-arbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Leiðbeining og kjak av verkætlanini. Alt arbeiðið skal verða avrikað innan fyri ein ásettan tíðarkarm, og ein evsta freist fyri innlating av ritgerðini skal verða sett í formligari avtalu um bachelor uppgávuna ímillum tann lesandi, fakliga vegleiðarar og ábyrgdarvegleiðara. Avtalan skal sendast ábyrgdarlæraranum til góðkenningar áðrenn verkætlanin byrjar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Meting av skrivligari ritgerð, umframt munnligari framløgu og verju av ritgerðini.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Ritgerðin verður latin inn tann 24. januar, 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bárður Joensen
- Undirvísarar