3190 - Termodynamikkur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Termodynamikkur
- Skeiðsnummar
- 3190.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í verkfrøði
- Fortreytir
- Mekanikkur og støddfrøði I
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 20. august 2024
- Endadato
- hósdagur, 12. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi vitan um tær grundleggjandi lógir og háttaløg, ið verða brúkt í termodynamikki, so tey lesandi verða før fyri at loysa termodynamiskar uppgávur.
- Læruúrtøka
- Ein lesandi ið hevur staði skeiði er við skeiðslok før/ur fyri at: • Greiða frá grundleggjandi lógunum í termodynamikkinum. • Lýsa støður og prosessir við termodynamiskum parametrum. • Greina og greiða frá vanligu orkuformunum. • Brúka varðveitslusetningar fyri massa og orku. • Brúka ymisk modell, lýst við líkningum (idealgasslíkningin), tabellum og diagrammum. • Rokna umbýtið hjá eini skipan av hita og arbeiði við umhvørvið. • Simplifisera skipanir og harvið gera tað gjørligt er at gera termodynamiskar útrokningar fyri komponentar og skipanir. • Finna termodynamisk sereyðkennir hjá skipanum og komponentum.
- Innihald
- • Termodynamiskir standir og parametrar. • Hiti og arbeiði. • Fyrsta lóg í termodynamikkinum fyri afturlatnar skipanir. • Fyrsta lóg í termodynamikkinum fyri opnar skipanir, herundir rúmdar-arbeiði. • Orkujavnvág í opnum og afturlatnum skipanum. • Entalpi, stand-líkningar og serevnisvarmi. • Onnur lóg í termodynamikkinum, ringrásir av prosessum, vendandi og einvegis prosessir. • Entropi T-s/P-v/P-h-diagramm, isentropiskar prosessir, tekniskt arbeiði, isentropiskur effektivitetur og Carnot-prosessin. • Fasudiagramm, fasuskifti, prosess-ringrásirir við fasuskifti. • Hitaleiðing gjøgnum konvektión, hitaleiðing og hitageisling. • Loysa viðkomandi verkfrøðiligar uppgávur, sum t.d. (men ikki avmarka til): • Orkuframleiðsla, luftskifti, køliskipanir, tilfarslæru, osv.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, rokniuppgávur, royndarstovu, innlatingar (ástøðiligar og praktiskar) og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- 4 tíma skrivlig próvtøka. Roknimaskina, ið ikki kann nýtast til forritan, og eitt frymlasavn, ið verður útflýggjað til próvtøkuna, eru loyvd. Próvtalið er bygt 25% á innlatingar gjøgnum skeiðið og 75% á skrivligu próvtøkuna.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 20. desember, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 20. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Karin Monika Elisabeth Habermehl-Cwirzen
- Undirvísarar
- Karin Monika Elisabeth Habermehl-Cwirzen