3191 - Jarðvísindi fyri verkfrøðingar
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Jarðvísindi fyri verkfrøðingar
Skeiðsnummar
3191.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í verkfrøði
Fortreytir
B-støddfrøði, B-alisfrøði og C-evnafrøði
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 20. august 2024
Endadato
fríggjadagur, 13. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
At geva tí lesandi innleiðslu í jarðvísindalig viðurskifti í Føroyum, her meint við jarðfrøðina og veðurfrøðina, og hvussu hesar hava ávirkan á verkfrøðilig viðurskifti. Dentur verður lagdur á hvussu jarðfrøðiligu viðurskiftini í Føroyum og veðurlæran kring oyggjarnar hevur ávirkan á verkfrøðilig viðurskifti. Umhvørvið verður á henda hátt lýst fysiskt, og viðurskifti, háttaløg og máttir verða viðgjørd bæði fyri føstu jørðina og lofthavið. Støði verður tikið í føroyska nærumhvørvinum og studentarnir skulu eisini á fakligar túrar í náttúruni. Við gestafyrilestrum frá verkfrøðingum ella øðrum serfrøðingum ið arbeiða við viðkomandi evnum fyri skeiðsgongdina verða evnini ítøkiliggjørd og dátusløg og kanningarhættir viðgjørdir.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann tann lesandi Jarðfrøði: o greiða frá og lýsa grundleggjandi eginleikar hjá mineralum og grótsløgum o greiða frá Føroya jarðfrøði, fláarøðini o grundleggjandi greiða frá um jarðfrøðiligar skrásetingar og kortgerð o greiða frá tæring og hvussu landslagið í Føroyum og jørðildi er blivið til o greiða frá um vatnringrásina og um grundvatni o Kenna til eitt úrval av viðkomandi jarðfrøðiligar kanningarhættir og nær hesir eiga at verða nýttir Veðurfrøði: o greiða frá gerð og útbreiðslu av lágtrýstum og tilhoyrandi brúgvaløgum o lýsa veðrið útfrá veðurkortum. o greiða frá ávirkanum av geografisku umstøðunum í Føroyum. o Hava kunnleika um klimanormar í føroyskum viðurskiftum o Greiða í stuttum frá aldum, teirra uppruna, og ávirkan á konstruktiónum á havi og nær við sjóvarmálan. o Kenna til vanligu mannagongdir í sambandi við bygging av størri og smærri konstruktiónum
Innihald
Partur 1: Jarðfrøði Mineral, grótsløg, gosgrýti, legugrýti, Føroya Jarðfrøði, rivur, gongdir, syllar, landslagið í Føroyum, tæring, jarðfrøðiligar skrásetingar og kort, jørðildi, vatn, grundvatn og kanningarhættir. Partur 2: Veðurfrøði Endamálið er at fáa eina grundleggjandi vitan um veðrið og veðurlagið í Føroyum, og hvørji atlit mugu takast til í sambandi við bygging av smærri og størri konstruktiónum. Lyklaorð: Skapan av veðurskipanum, tilhoyrandi synoptisk veðurfyribrigdir, vitan innan føroyska veðurlagið og klimanornar. Hartil lokal veðurfyribrigdir, so sum veðurfyribrigdir í fjallalendi, stabilitetur, føhn effekt, og vindprofilar. At enda, stutt innleiðsla í alduviðurskiftum og sjóvarfalli.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, uppgávur, kanningarferðir í føroysku náttúruni og framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Uppgávurnar í hvørjum evni skal vera staðið við í minsta lagi próvtalinum 4, fyri at sleppa til próvtøku. Síðani munnlig próvtøka, við 6 blandaðum spurningum (2 per evnið), per próvtøkuspurning.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 07. januar 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 20. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Joensen
Undirvísarar
Irena Áarberg, Andrias Klein Gregoriussen
Aftur