3192 - Vísindalig háttaløg í orkuverkfrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Vísindalig háttaløg í orkuverkfrøði
Skeiðsnummar
3192.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
2,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í verkfrøði
Fortreytir
Staðið minst 120 ECTS á Verkfrøði útbúgving.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og enskum.
Tilmelding
Lesandi á 7. lestrarhálvu í B.Sc. í verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
19. august 2024
Endadato
30. august 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at búgva tey lesandi við einum grundigum skilningi á antin royndarháttum, talgildum forritum, serligum útrokningartøknum ella serstøkum fakbókmentum innan orkuverkfrøði. Harumframt at fyrireika tey lesandi til tær praktisku og greinandi avbjóðingarnar, tey koma at møta í teirra bachelorarbeiði, og tryggja, at tey hava neyðugu førleikarnar at framføra grundigar vísindaligar kanningar og greiningar.
Læruúrtøka
Ein lesandi ið hevur staði skeiði er við skeiðslok før/ur fyri at: • Samantvinna teoretiska vitan við praktiskar førleikar til at sniðgeva og útføra eina verkætlan. • Kritiskt meta úrslitini frá royndum og simuleringum innan orkuverkfrøði fyri neyvleika og álit. • Skilja og nýta etiskar leiðreglur og vanligar mannagongdir í framførslu av vísindaligari gransking. • Eitt ella fleiri av fylgjandi: • Vísa førleika í at nýta royndarhættir og útgerð til at máta og greina orkuskipanir. • Nýta teldu forrit til modellering og simulering at loysa fløktar uppgávur innan orkuverkfrøði. • Brúka serstakar útrokningarhættir til optimering av orkuskipanum og tilgongdum. • Menna førleikan til at útinna víðkaðar bókmenta leitingar, kritiskt at meta um vísindaligar greinar og samanseta verandi granskingarúrslit til at stuðla menningini av nýskapandi loysnum innan orkuverkfrøði.
Innihald
• Verkætlanargreiningar, ið vísa hvussu vísindaligir hættir verða nýttir til at loysa uppgávur innan orkuverkfrøði. • Viðgerðir og vanligar mannagongdir í vísindaligari gransking innan orkuverkfrøði. • Eitt ella fleiri av fylgjandi: • Innleiðsla í grunnleggjandi royndarhættir nýttir í orkugransking, íroknað savning og greining av dátum. • Vegleiðing í nýtslu av telduforritum til modellering og simulering í orkuskipanum. • Ítøkilig kanning av serstøkum útrokningarhættum, sum t.d. finite-element-analysa, computational fluid dynamics og optimering av orkuskipanum. • Gjølla bókmenta leitan og ummæli innan serstøk evni í orkuverkfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og sjálvlestur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvdøming av verkætlanar rapport.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan verður 30. august, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
19. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Joensen
Undirvísarar
Aftur