3196 - Orkuskipanir og umhvørvi
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Orkuskipanir og umhvørvi
- Skeiðsnummar
- 3196.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í verkfrøði
- Fortreytir
- Termodynamikkur
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu á B.Sc. í Verkfrøði eru sjálvirkandi tilmeldaði. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
- Byrjanardato
- mánadagur, 13. januar 2025
- Endadato
- hósdagur, 6. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At geva tí lesandi vitan um og fatan av eyðkenning av orkuskipanum og um greining av bygnaðinum og avmarkingunum í nútímans orkuskipanum og atbundnum umhvørvisavbjóðingum og -trupulleikum.
- Læruúrtøka
- Eftir at hava lokið skeiðið, skal tann lesandi kunna: 1. Lýsa virkisreglur hjá fossilum-, kjarnorku- og varandi orkuskipanum. 2. Meta um orkutættleikan hjá ymiskum orkukeldum, og samanbera hvussu tættleikin ávirkar teirra praktisku nýtslu og umsiting í orkuframleiðslu. 3. Greina búskaparliga virknið hjá fossilum brennievnum, kjarnorku og varandi orku, við atliti at faktorum sum byrjanarískoyti, rakstrarkostnaði og íløguavkasti. 4. Meta um umhvørvisávirkan og dálkingarstøði knýtt at hvørjari orkuframleiðsluskipan, við denti á útlát, burturkastshandfaring og vistfrøðiligt merki. 5. Samanbera burðardygd og langtíðar møguleikar hjá fossilum-, kjarnorku- og varandi orkukeldum at nøkta heimsins orkutørv. 6. Nýta kritiska hugsan til at skjóta upp loysnir ella betringar í orkuskipanum, sum hækka virknið, minka um umhvørvisávirkan og eru búskaparliga skynsom. 7. Greina mátingar av dálking. 8. Framleggja úrslit í form av eini vísindaligari grein.
- Innihald
- Orkuskipanir. Orkutættleiki fyri ymsar orkukeldur. Virknið á orkuskipanum. Umhvørvisávirkan og dálking. Burðardygd í orkuhøpi. Mátingar av dálking frá orkuframleiðslu.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, seminarframløgur av lesandi, bólkaarbeiði, sjálvlestur og verkætlanar-bygd læring, skeiðsverkætlan.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Tann lesandi skrivar eina vísindaliga grein um eitt skeiðsviðkomandi evni og hevur eina munnliga framløgu um greinina. Próvtalið er eitt samlað próvtal fyri greinina og framløguna, við eini 2/3 og 1/3 vekt á grein og framløgu ávikavist.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkuinnlating er sett til 07. mars, 2025. Munnliga próvtøkan verður 19. mars, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 23, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 13. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bárður Joensen
- Undirvísarar
- Bárður Joensen, Sigurd Christiansen