3500 - Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur
- Skeiðsnummar
- 3500.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í lívfrøði, B.Sc. í mýlalívsvísindum, B.Sc. í verkfrøði
- Fortreytir
- A)Miðnámsprógv og upptikin til heilt bachelor-nám við Fróðskaparsetur Føroya ella B)Miðnámsprógv og upptikin til stakgreinalestur á Fróðskaparsetursins Føroya.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum og enskum/norskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum, enskum og møguliga føroyskum. Uppgávur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum og á 7. lestrarhálvu í B.Sc. verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 27. august 2024
- Endadato
- týsdagur, 17. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um vísindaástøði, viðkomandi heimspekiligar spurningar og háttaløg. Miðað verður somuleiðis ímóti at geva tí lesandi innlit í akademiska argumentatión, fróðskaparhegni og kritiska hugsan.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, megnar tann lesandi at: • Lýsa og greiða frá grundleggjandi hugsanum og hugtøkum í vísindaástøði og siðalæru eins og seta nevndu í heimspekiliga frásjón. • Greina vísindaligar og/ella siðafrøðiligar próvførslur og virðismeta dygd og gildi teirra. • Greiða frá yvirskipaðum heimspekiligum fatanum eins og greiða frá tulkingum og ávirkanum teirra á náttúruvísindi og siðafrøði. • Vísa á og ásanna heimspekiligar og siðafrøðiligar spurdómar undir lestri, í vísindahøpi, ella í framtíðar yrkishøpi, og greiða frá fylgjunum. • Sammeta og munmeta (kontrastera) sjónarmið og háttaløg (eitt nú dygdarliga og mongdarliga) og undirliggjandi heimspeki teirra á ymiskum vísindaligum fakøkjum, so sum náttúruvísindum, samfelagsvísindum ella hugvísindum.
- Innihald
- Grundleggjandi vísindaástøði, har dentur verður lagdur á at skilja ímillum vísindarligar stevnur og háttaløg. Hugtøk og spurningar, serliga við atliti til náttúruvísindirnar, verða greina og eyðmerkt. Skilnaður millum vísindi og eitisvísindi verður viðgjørdur. Grundleggjandi etiskar fatanir verða viðgjørdar og knýttar at vísindaetiskum spurningum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað sum fyrilestrar, samrøður og bólkaarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Innlating og munnlig framløga av uppgávu
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Innlating av skrivliga uppgávu er 6. desember, 2024. Munnliga próvtøkan er sett til 17. og 18. desember, 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jógvan Dalbø Hansen
- Undirvísarar
- Jógvan Dalbø Hansen, Svein-Ole Mikalsen