3512 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði
Skeiðsnummar
3512.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í lívfrøði, B.Sc. í mýlalívsvísindum
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði, ella líknandi støði
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu á B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
Byrjanardato
týsdagur, 14. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 7. mars 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi grundleggjandi innlit í evnafrøðiligar meginreglur, eins og nýtslu av evnafrøði í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: • Greiða frá uppbyggingini av skeiðbundnu skipanini eins og periodiskari variatión av eginleikum hjá frumevninum. • Greiða frá uppbygging av atomum og mýlum. • Greina idealgasslógina og týdninginum av partialtrýsti. • Nýta grundleggandi termodynamik, eitt nú enthalpi, entropi og fríu orku Gibbs, at greina evnafrøðiligar reaktiónir. • Greiða frá mongdarlutfalli og stilla reaktiónslíkningar. • Greina og skilja ímillum sløg av evnafrøðiligum bindingum. • Lýsa reaktiónsordan, aktiveringsorku fyri evnafrøðiligar tilgongdir eins og ávirkanina av katalýsu. • Greina javnvágskonstant fyri eina reaktión og rokna út javnvágsamanseting. • Rokna út pH í upploysingum av veikum og sterkum sýrum og basum eins og puffaraskipanum. • Rokna út oxidatiónstrin og stilla redoxreaktiónir. • Greiða frá koordinatiónsforbindilsum • Vísa í verki hegni og dugnasemi í starvsstovu, greina og leggja fram um royndarúrslit
Innihald
• Støkiometri • Loftevnislógir. • Grundleggjandi termodynamikkur. • Skeiðbundna skipanin. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. • Javnvág og kinetikkur • Sýrur og basar. • Kemiskar bindingar. • Elektroniskar konfiguratiónir í atomum og mýlum. • Colligativir eginleikar. • Ólívrunnin evnafrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, starvstovuvenjingar, bólkaarbeiði og framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Fyri at sleppa til skrivligu próvtøkuna: • skulu kravd skrivlig avrik vera innlatin rættstundis og 5/7 innlatingum skulu verða staðin • starvstovuarbeiði verða góðkent Skrivlig 4 tíma roynd. Øll hjálparamboð eru loyvd, t.d. bøkur, uppgávur, notur, tó ongin atgongd til internet Endurpróvtøka: Áður góðkendar innlatingar eru galdandi.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan verður í viku 11, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 23, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 14. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sigurd Christiansen
Undirvísarar
Sigurd Christiansen
Aftur