3513 - Lívrunnin evnafrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Lívrunnin evnafrøði
Skeiðsnummar
3513.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í lívfrøði, B.Sc. í mýlalívsvísindum
Fortreytir
Almenn og ólívrunnin evnafrøði ella líkandi
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu á B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
Byrjanardato
týsdagur, 25. mars 2025
Endadato
fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi fatan av hvønn leiklut lívrunnin evnafrøði hevur í lívfrøðiligum, mýlalívsvísindaligum og umhvørvisligum sambondum.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: • greiða frá bygnaði og alis-evnafrøðiligu eginleikum hjá funktionellum bólkum • greina reaktiónsmekanismur í lívrunnari evnafrøði • greiða frá grundreglum fyri skipaðari navngiving og tekning av strukturformlum • greiða frá grundleggjandi reglum fyri konstitutións-, konfiguratións- og konformatiónsformlar • greiða frá spektroskopiskari tøkni og hvussu tær eru hóskandi til at eyðmerkja bindingar og funktionellar bólkar • lýsa bygnaðin og grundleggjandi funktiónir hjá aminosýrum, peptidum, proteinum, kolhydratum, lipidum og nucleotidum • umboða organiskar bindingar greitt við navngeving og/ella strukturformlum, herundir duga at brúka E/Z-, R/S- og D/L-nomenklatur • kunna brúka Fisher-, Newman- og Haworth-projektiónir, eins og feitar og strikaðar bindingar til stereokemiskar strukturformlur • fremja einfaldar royndir, herundir kromatografiskar greiningar og spektroskopiskar mátingar
Innihald
Skeiði savnar seg um grundleggjandi lívrunnin og evnafrøðilig hugtøk við serligum denti á evni við týdningi innan biovísindaliga øki (t.v.s. evnafrøði í vatnupploysingi). Hetta fevnur um hvussu lívrunnin mýl er bygd upp, navngeving (systematisk og trivialnøvn), polaritet, og útvaldar kemiskar reaktiónir (additión, substitutión, eliminatión). Fari verður ígjøgnum alis- og evnafrøðiligar eginleikar hjá lívfrøðiligum viðkomandi funktiónellum evnaflokkum (alkanir, cycloalkanir, alkenir, alkynir, aromatiskar sambindingar, alkylhalidir, alkoholir, etherir, thiolir, sulfidir, aldehydir, ketonir, carboxylsýrur, estarir og amidir) fyri at skilja teirra leiklut í týdningarmiklum mýlum, sum eitt nú aminosýrum, peptidum, proteinum, kolhydratum,lipidum og nucleotidum. Skeiði inniheldur eisini E/Z-, R/S- og D/L-nomenklatur og stereokemiskar “repræsentationsformer” so sumFisher-, Mills- og Haworth-projektióner. Sawhorse- og Newman- projektión verður eisini gjøgnum gingið. Greiningar- og spektroskopisk háttaløg til at eyðkenna lívrunnin evni er partur av skeiðnum, eitt nú kromatografisk háttaløg (TLC, GC, HPLC), umframt spektroskopisk háttaløg (UV, IR og NMR) og massaspektrometri (MS).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, starvstovuvenjingar, bólkaarbeiði og framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Starvstovuarbeiði skal verða góðkent og kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Øll hjálparamboð loyvd, t. d. bøkur, uppgávur, uppgávuloysnir, venjingarfrásagnir og notur. Ein 4 tíma roynd, blýant og pappír uttan atgongd til internet. Endurpróvtøka: Áður góðtikin skrivlig avrik eru galdandi
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan verður í viku 23, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 33-34, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 25. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sigurd Christiansen
Undirvísarar
Sigurd Christiansen
Aftur