3523 - Fiskifrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Fiskifrøði
- Skeiðsnummar
- 3523.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í lívfrøði
- Fortreytir
- Til stakgreinalestur krevst Miðnámsprógv við B-stigi í støddfrøði.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lesibøkurnar eru á føroyskum og enskum, og annað undirvísingartilfar er á føroyskum, enskum og møguliga skandinaviskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í lívfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 20. august 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 11. oktober 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At geva studentunum eina grundleggjandi lívfrøðiliga vitan um høvuðsvinnuna í Føroyum - fiskivinnuna. Í hesum er lívfrøðin hjá týdningarmestu fiskasløgunum, veiðihættir og stovnsmetingar.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri: • Lýs útsjóndina á fiski við hartil hoyrandi nøvnum og hugtøkum. • Greiða frá gøgnunum í fiski; hvar tey eru, bygnaði og hvussu tey virka. • Sjálvur at arbeiða, og at kenna til tað arbeiði og arbeiðsgongdirnar, sum regluliga verða gjørdar umborð á einum havnrannsóknarskipi. • Greiða frá hvørja ávirkan fiskiskapur hevur á fisk og umhvørvi. • Nýta og greiða frá teimum grundleggjandi hugtøkunum, sum verða nýtt innan fiskifrøði. • Gera eina stovnsmeting • Meta um hvønn búskaparligan týdning fiskiskapur hevur fyri samfelagið. • Meta um fiskiskapurin er burðardyggur.
- Innihald
- Skeiðið er býtt sundur í tveir høvuðspartar: fiskavistfrøði og stovnsmetingar. Parturin um fiskavistfrøði fevnir um morfologi, evolutión og fysiologi hjá fiski, navnagreining, føði, útbreiðslu, vøkstur, nøring, livihættir, fiskasamfeløg og hvørja ávirkan fiskiskapur hevur á vistskipanina. Parturin um stovnsmetingar er um, hvussu stovnsmetingar verða gjørdar: Innsavning av data, um framleiðslumodellir, áseting av ymiskum parametrum og at rokna smáfiskaúrtøka. Fyri at studentarnir skulu læra um stovnsmetingar til lítar, skulu teir sjálvir gera stovnsmetingar av einum fiskaslag. Hetta verður gjørt við útgangsstøði í givnum taltilfari. Arbeiðið verður dokumenterað í eini skrivligari frágreiðing, sum verður latin inn og er partur av próvtøkuni.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, laboratoriuarbeiði, eina viku út við havrannsóknaskipi, og, út frá givnum taltilfari, at gera eina stovnsmeting.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- • 3 tímar skrivlig próvtøka, uttan hjálpiamboð, sum telur 75% av samlaðu próvtøkuni. Innlating og munnlig próvtøka av skrivligari frágreiðing um stovnsmeting: Hendan telur 25 % av samlaðu próvtøkuni.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til viku 43, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 20. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Eyðfinn Magnussen
- Undirvísarar
- Eyðfinn Magnussen, Dánjal Petur Højgaard, Johnny í Grótinum