3526 - Vistfrøði á landi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Vistfrøði á landi
Skeiðsnummar
3526.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í lívfrøði, B.Sc. í mýlalívsvísindum
Fortreytir
Til stakgreinalestur krevjast fakini “Almenn lívfrøði”.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu á B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
Byrjanardato
hósdagur, 16. januar 2025
Endadato
hósdagur, 22. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
At geva teimum lesandi ein grundleggjandi kunnleika um samanspælið ímillum populatiónir í plantu- og dýrasamfeløgum á landi, herundir evni sum t.d. serkenni og samspæl í og ímillum populatónir og tann týðningin hetta hevur fyri bygnað, virki og dynamikkin í vistskipanini.
Læruúrtøka
Eftir skeiðið, skal studenturin duga at: • At gera Lív-talvur og við støði í hesum,áseta demografiskar parametrar. • Meta um, hvussu populatiónin og livihátturin verður ávirkaður av lív-talvuparametrunum. • Gera forsagnir um populatiónsvøkstur og kanna, hvønn týdning samspælið millum verur hevur á vøksturin, bæði tá talan er um individ av sama slagi og ymisk sløgum, t.d. kapping og predatión. • Lýsa bygnað og virknaðin í eini vistskipan. • Lýsa og seta tøl á flutningin millum ymisku liðini í vistskipanini. • Nýta hugtøkini “bottom-up”, “top-down” og trofiskur flutningur. • Byggja modell, sum vísa hvussu orka og kemisk evnir verða førd runt í vistskipanini. • Við støði í teoretiskum modellum, at meta um og kjakast um vistfrøðilig evni og meta um útlitini hjá populatiónuni. • Kjakast um árinið, sum menniskjaskaptir faktorar hava á veðurlagsbroytingar og hvussu stabil vistskipanum er.
Innihald
Mold, ljós, klima, populations samanseting og vøkstur, succession, lívshættir, útbreiðsla og fjøldbroytni, rúmlig og trofisk, vøkstur og reproduction, skipan, kapping, plantu- og dýrasamfeløg, oyggjabiogeografi, oyggjar sum vistfrøðilig royndarøki og viðlíkahald av náttúruni.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar,venjingar, multiple-choice uppgávur og innlatingar av skrivligum uppgávum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er samansett av trimum pørtum: 1) Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Hendan telur 75% av samlaða próvtalinum. 2) Innlatingaruppgávur, har próvtøl (0-100%) verða givin fyri hvørja innlating. Fyri uppgávur, sum IKKI verða latnar inn, verður givið lægsta próvtal (0%). Miðal av próvtølum fyri innlatingarnar telur 15% av samlaða próvtalinum. 3) Multiple-Choice uppgávur: Partarnir omanfyri telja 90% av samlaða próvtalinum. Tey seinastu 10% koma frá “Multiple –Choice-uppgávum” (Quiz), sum skulu svarast áðrenn hvønn undirvísingardag. Fyri hvørt av hesum “Multiple –Choice-uppgávusettunum” fær studenturin 10/13% (t.e. 0,769%), um 60% ella meira av svarunum eru røtt. Uppgávusettini við tveimum teimum vánaligastu úrslitunum telja ikki við í próvtalinum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan verður í viku 24, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 33-34, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
hósdagur, 16. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen
Undirvísarar
Eyðfinn Magnussen
Aftur