3537 - Almenn lívfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Almenn lívfrøði
- Skeiðsnummar
- 3537.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í lívfrøði, B.Sc. í mýlalívsvísindum
- Fortreytir
- Miðnám
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar verður møguliga á føroyskum, enskum og skandinaviskum. Uppgávur, orðaskiftik o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- hósdagur, 29. august 2024
- Endadato
- hósdagur, 19. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av lívfrøði og náttúruni, alt frá evnafrøði til eina til fleir kyknu verur. Lesandi fer at læra, hvussu evolutiónin er eitt kjarnu tema í lívfrøðini, ið bæði kann greiða frá tí fjølbroytni, og tí líkheit vit síggja í lívinum á jørðini.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá um hvønn týdning carbon hevur fyri molekylera fjølbroytni • Greiða frá um evnafrøðiligu eginleikarnir hjá vatnið og hvussu týdningarmikið tað er fyri lívið. • Greiða frá um kyknu bygna og funktión • Greiða frá um vanligu kyknudeilingina • Greiða frá um kynsligar lívsringrásir og kynskyknudeilingin • Greiða frá um Mendelsku genetikkina, DNA og arv • Greiða frá um evolutiónina og hvussu lívið hevur tilpassa seg við hjálp av evolutión og náttúrligu selektiónini • Lýsa bygnaðin av fylogenetiskum trøðum, og hvussu tey vísa ættarbond millum ymsu sløgini av lívið á jørðini • Skilja og kunna greiða frá um genetiskari evolutión • Greiða frá um virus • Greiða frá um prokaryotar og teirra evnið at tilpassa seg eitt broytandi umhvørvi • Lýsa og greiða frá um bæði einkyknu og fleirkyknu eukaryotar • Lýsa margfeldið av ryggleysum og ryggdjórum. • Greiða frá um vistfrøði • Lýsa og greiða frá um lívfrøðiligt margfeldi og samfeløg
- Innihald
- Leikluturin hjá evnafrøði í lívfrøðini, kyknulæra og genetiski grundsteinurin fyri lívið. Evolutión og Darwinistiska revolutiónin, lívsins træ, ein og fleirkyknu verur, bakteriir, virus, hvussu nýggj sløg blíva til. Nógvu ymsu stýrisháttirnir, ið eru neyðugir fyri at hava eina væl virkandi fleirkyknaða veru, lívfrøðiligt margfeldi, `life history traits´, populatiónir, samfeløg og vistskipanir, vistfrøði.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, starvsstovu venjingar og uppgávur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka í 4 tímar uttan hjálparamboð. Endurpróvtøka kann verða skipað á annan hátt (t.d. munnlig ella skrivlig)
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til viku 1, 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- hósdagur, 29. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Anni Djurhuus
- Undirvísarar
- Anni Djurhuus, Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Agnes Kreiling