3541 - Veðurlagsbroytingar og árin á plantur og djór
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Veðurlagsbroytingar og árin á plantur og djór
- Skeiðsnummar
- 3541.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í lívfrøði
- Fortreytir
- A) Innskrivað til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á FróðskaparsetriðFøroya, fylgjandi vanligu lestrarætlanini ella B) Lesandi, sum taka stakgreinalestur, mugu hava neyðuga bakgrund í almennari lívfrøði og vistfrøði, so sum: Almenn lívfrøði; Plantur og djór í føroyum; Vistfrøði á landi; Havlívfrøði. Jørð, Hav og luft I.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á føroyskum, og annað undirvísingartilfar er á føroyskum og møguliga skandinaviskum og enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í lívfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 29. oktober 2024
- Endadato
- 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at geva eitt yvirlit yvir veðurlagsskipanina og tey árin, sum menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar hava, og fara at hava, á plantur og djór í vistskipanum á sjógvi og landi.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá og leggja fram úrslit frá vísindaligum greinum • Greina veðurlagsskipanina. • Lýsa høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á plantur og djór á landi. • Lýsa høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á plantur og djór í sjónum. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar vakstrarbeltir. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag broytir samanseting av plantusamfeløgum. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag broytir samanseting av djórasamfeløgum. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar kappingarevni millum plantu sløg. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar kappingarevni millum djóra sløg. • Greiða frá hvørjar møguleikar plantu og djórasamfeløg hava í samband við veðurlagsbroytingar. • Lýsa, greiða frá og greina hvat fenology er og hvønn týdning tað hevur fyri plantur og djór. • Greiða frá og greina fenologiskar broytingar hjá plantu- og djórasløgum orsaka av veðurlagsbroytingum. • Greiða frá og greina hvørja ávirkan ein broyting í fenologi hevur á migration og tillagingar.
- Innihald
- Teir týdningarmestu partarnir av veðurlagsskipanini og sambondini teirra millum verða viðgjørd umframt menniskjaárin á broytandi veðurlag. Árin av broyttum veðurlagi á sløg, búfjøldir, samfeløg og vistskipanir. Fenologiskar broytingar, migratión og tillagingar Fysiologi og “behavioral response” hjá djóra- og plantusløgum Demografi. Kappingarevni hjá sløgum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar grundaðir á lestrarlista, gjøgnumgongd av vísindaligum greinum og framløgur av teimum lesandi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvøka ið er sett upp sum seminar
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til 20. desember, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 29. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Anni Djurhuus
- Undirvísarar
- Anni Djurhuus, Bogi Hansen