3573 - Havlívfrøði II
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Havlívfrøði II
Skeiðsnummar
3573.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í lívfrøði
Fortreytir
Havlívfrøði I ella tilsvarandi skeið
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu á B.Sc. í lívfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
Byrjanardato
mánadagur, 13. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 7. mars 2025
Fakligt innihald
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir virknaðir og tillaðing hjá plantum og djórum í sjónum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá vistfrøðiligum og evolutionerum meginreglum í havlívfrøði eins og lýsa týðandi frøðihugtøk so sum klassifikatión, økologisk interaktión, hierarchy og marina biogeography • Siga frá kemiskum og fysiskum hugtøkum í marina umhvørvinum eitt nú saliniteti, oxygen, ljósi, temperaturi eins og fysiologiskari útinning (performance) og cykliskum atferðar- fysiologiskum responsi . • Greiða frá, hvussu livandi verur laga seg til tað fysiska marina umhvørvið eitt nú viðvíkjandi temperaturi, salti, og oxygeni. • Røða um lív í flótandi medium, siga frá densiteti, viscositeti, tal Reynholds eins og hydrodynamiskum fyribrigdum. • Greiða frá faktorum, sum stýra dynamikkinum hjá plantuæti og djóraæti í havinum, herundir váruppblóming av plantuæti og vertikalari migratión hjá djóraæti. • Umrøða føðiketur/føðinet og týdning fyri fiskiveiðu. • Umrøða økologiskar og evolutionerar faktorar í samband við reproduktion, sløg av sexualiteti, demography, migration og biogeographiskar strukturar. • Greiða frá klassifikation, nøring og útbreiðslu hjá tarum og teimum faktorum, sum stýra nøgdini av tara í sjóvarmálanum, herundir trofiskar kaskadur. • Greiða stutt frá sjófugli og hvali. • Lýsa fysisku og kemisku eginleikarnar í sedimentum, eins og funktionellar høvuðsbólkar so sum filturetarar, sedimentetarar (deposit feeder), ræðetarar og rovdýr. • Lýsa avbjóðingar hjá livandi verum í sjóvarmálanum, millum annað viðvíkjandi uppturking, temperaturi, oxygeni, kapping og predatión og hvussu hetta skapar eina sonering av livandi verum í sjóvarmálanum. • Greiða frá biodiversiteti í havinum og frá nøkrum tólum, sum verða nýtt til at máta biodiversitet.
Innihald
Tað fysiska og kemiska umhvørvið og hvussu verur í sjónum laga seg til broytingar í umhvørvinum, t.d. hita, salti, osmotiskum trýsti, oksygeni og ljósi. Nøring, spjaðing og ferðing. At liva í vesku. Margfeldi og livihættir hjá botndjórum. Prosessir á havbotninum. Tarar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kollokvium og venjingar
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka í fýra tímar, uttan hjálpitól. Próvtal verður eisini givin fyri innlatingarupppgávur og miðal av hesum próvtølum telur 20% av próvtalinum fyri skeiðið. Kravið um at lata uppgávur inn er tó ikki galdandi fyri studentar, sum fara til endurpróvtøku. Í tí førinum telur skrivliga próvtøkan 100% av karakterinum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan verður í viku 11. Endurpróvtøkavn verður í viku 23, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 13. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Petur Steingrund
Undirvísarar
Petur Steingrund, Tóra Winther Reinert, Ámundur Nolsøe, Eilif Gaard, Sólvá Jacobsen, Bjarni Mikkelsen, Jóhannis Danielsen
Aftur