3576 - Mýlsk kyknulívfrøði II
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Mýlsk kyknulívfrøði II
Skeiðsnummar
3576.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í mýlalívsvísindum
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparseturi Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar mugu hava hóskandi grundarlag í kyknufrøði og tilsvarandi mýlskum skeiðum, eitt nú 3514 Lívevnafrøði, 3518 Mýlsk kyknulívfrøði I og 3516 Genetikk.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum, enskum og norskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar verður møguliga á føroyskum, enskum og skandinaviskum. Próvtøkur kunnu vera á føroyskum, donskum ella enskum.
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í mýlalívsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
20. august 2024
Endadato
11. oktober 2024
Fakligt innihald
Endamál
At veita studentunum innlit í og kunnleika um nøkur týðandi meginøki í mýlskari kyknulívfrøði og biomedisin.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: 1. Sammeta and lýsa rættuliga nágreiniliga hvussu uttankyknu signal verða móttikin av receptorum, send yvir um kyknuhinnuna og síðani flutt inn í ymiskar innankyknu- signalleiðir, summar snarar við tvígongdum responsum og aðrar seinar við varandi responsum, stavandi frá broyttum gen-expressiónum. 2. Røða um og greiða frá hvussu kyknucyclus er kontrolleraður og reguleraður, eins og leiklutirnar hjá ymiskum luttakandi mýlum. 3. Greiða frá rótkyknum og teirra nissjum, lýsa ymisk dømi um rótkyknur (eisini frá fólki), og umtala lívfrøðiliga týdningin av rótkyknum og teirra samband við heilsu. 4. Sammeta symmetriskar og ósymmetriskar kyknubýtingar, lýsa lívfrøðiliga týdningin av polariseraðum kyknum, eins og lívfrøðiliga og mýlska sambandið millum ósymmetriska kyknubýting og kyknupolaritet. 5. Siga frá týdninginum av reguleraðum/forritaðum kyknudeyða og lýsa partarnar, funktiónirnar og mekanismurnar í reguleraðari mýlskari kyknudeyðatilgongd. 6. Lýsa høvuðskyknusløgini í nervaskipanini, og greiða frá hvussu nervasignal verða leidd gjøgnum eina einstaka kyknu og millum kyknur, eins og luttakandi mýlini í signalsendingini. 7. Greiða frá og lýsa sambandið millum nervaskipanina og sansingina av ytra umhvørvinum (í víðum høpi), eins og funktiónir og mekanismur hjá luttakandi mýlum í sansingartilgongdini. 8. Nágreina skapan og goymslu av minnum á kyknu- og mýlskum støði. 9. Útgreina partar og funktiónir í íbornum og tillagaðum órininkervi, herímillum hvussu rakt verður við sjúkuelvandi smáverur, hvussu órininkervi reagerar uppá evni av fremmandum uppruna, og hvussu ymiskir partar av órininkervinum samstarva. 10. Munmeta lívfrøði, genomikk og atferð hjá krabbakyknum og frískum kyknum, eins og lýsa nágreiniliga hvussu krabbakyknur koma fram og mennast. 11. Sambinda og samanseta vitan frá ymskum pørtum av verandi námsskrá. 12. Sambinda og samanseta vitan frá verandi námsskrá við tær frá undanskeiðum, serliga Lívevnafrøði, Mýlsk kyknulívfrøði I og Genetikk.
Innihald
Kyknuhinnutengd signal transduction. Innankyknu signal-leiðir og kyknuresponsar. Kyknucyclus, regulering og kontrol. Leiklutir og funktiónir hjá rótkyknum. Kyknudeyði og regulering av kyknudeyða. Nervalívfrøði: kyknur, ion-veitir, synapsar, sensir, minni. Órininfrøði, vertsverja, immunoglobulinir, B-kyknur, T-kyknur, MHC og antigen-presentatión, íborið og tillagað órininkervi. Íkoma av krabbameini og eyðkenni.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Uppgávurokning (einstaklinga- og bólkaavrik). Orðaskifti. Studentaframløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Sameining av 1) góðtiknum kravdum uppgávuvenjingum og framløgum og 2) virðismettum skrivligum próvtøkuavrikum. 1) Tær kravdu uppgávuvenjingarnar og framløgurnar mugu verða innlatnar og hildnar fyri ásettar tíðarfreistir. Uppgávuvenjingarnar og frásagnirnar skulu vera góðtiknar (ikki próvtalsmettar) av kennaranum. 2) Skrivlig próvtøka í fýra timar. Eingin hjálparamboð, uttan lummaroknari, er loyvd. Skrivliga próvtøkan verður hildin í Wiseflow, og lesandi hava egna teldu við. Um hetta ikki er møguligt, verða próvtøkusvarini skrivað á pappír, sum verður latið inn. Longu góðtiknar venjingaruppgávur og framløgur kunnu nýtast til endurroynd.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 43, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
20. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen
Undirvísarar
Svein-Ole Mikalsen, Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu
Aftur