3590 - Bachelor ritgerð - lívfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bachelor ritgerð - lívfrøði
- Skeiðsnummar
- 3590.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 22,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í lívfrøði
- Fortreytir
- Staðið øll skeið
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum og enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 6. lestrarhálvu á B.Sc. í lívfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 13. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At gera eitt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði, sum fevnir um innsavnan av tilfari, vísindaliga viðgerð og framløgu av úrslitum í eini skrivligari frágreiðing við tilhoyrandi talvum og myndatilfari.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal studenturin duga at: 1. Nýta sín vísindaliga lærdóm og verkligu royndir í einum vísindaligum høpi. 2. Arbeiða við eini granskingarverkætlan undir vegleiðing. 3. Skipa egið arbeiði og arbeiðstíð í samstarvi við vegleiðaran. 4. Greina lívfrøðilig viðurskifti og vísa á, hvussu hesi kunna býtast sundur í smærri eindir, sum hvør í sínum lagi kunna loysast ástøðiligt ella verkligt. Studenturin skal vera førur fyri at seta fram hypotesur og eftirkanna tær teoretiskt ella verkligt. 5. Sjálvur at finna fram og tulka upplýsingar, sum eru av týdningi fyri loysn av spurdómi. 6. Kritiskt at meta um og greina upplýsingar og seta hesar inn í hóskandi samband. 7. Orða viðmerkingar, argumentir og sakligan kritikk, bæði av egnum arbeiði og av arbeiði hjá øðrum. 8. Skriva eina vísindaliga ritgerð við hóskandi vísindaligum málburði. 9. Nýta vísindaligar heimildir á ein nøktandi hátt. 10. Skyna millum fakta, tulking, sannføring og uppspuna. 11. Leggja egin og onnur vísindalig úrslit fram á ein nøktandi hátt. 12. Nýta hagfrøði at viðgera data og koma til niðurstøður, ið eru grundaðar á hesa greining.
- Innihald
- Mál og samandráttur: Vegleiðarin, provdómarin og studenturin finna í felag fram til ritgerðarskriftmál. Fremst í ritgerðini skal vera ein samandráttur av úrslitunum í verkætlanini. Hesin samandrátturin skal skrivast á føroyskum og enskum, og skrivaður soleiðis, at onnur enn fakfólk eisini kunnu lesa hann. Samandrátturin skal í mesta lagi fylla hálva A-4 síðu.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Ritgerðin kann byrja 1. undirvísingardag í hvørjum blokki, og skal latast inn síðsta undirvísingardag í fylgjandi blokki.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Innlating av ritgerð og munnlig framløga av frágreiðingini. Dømingin verður gjørd við støði í galdandi próvtalsstiga.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Bachelorinnlatingin er 30. mai, 2025. Munnliga próvtøkan verður í viku 23 ella 24, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 13. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jónrit Halling
- Undirvísarar