3593 - Bachelor ritgerð - Mýlalívsvísindi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Bachelor ritgerð - Mýlalívsvísindi
Skeiðsnummar
3593.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
22,50
Stig
Bachelor
Deildir
Útbúgvingar
Fortreytir
Staðið øll skeið
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og enskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu á B.Sc. í mýlalívsvísindi eru sjálvvirkandi tilmeldað
Byrjanardato
mánadagur, 13. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
At gera eitt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði, sum fevnir um innsavnan av tilfari, vísindaliga viðgerð og framløgu av úrslitum í eini skrivligari frágreiðing við hartil hoyrandi talvum og myndatilfari
Læruúrtøka
Eftir at BSc-verkætlanin er liðug og staðin, dugir studenturin at: 1. Nýta sín vísindaliga lærdóm og royndir í einum vísindaligum høpi. 2. Arbeiða við eini granskingarverkætlan undir vegleiðing. 3. Skipa egið arbeiði og arbeiðstíð í samstarvi við vegleiðaran. 4. Greina lívfrøðilig viðurskifti og vísa á, hvussu hesi kunna bítast sundur í smærri eindir, sum hvør í sínum lagi kunna loysast ástøðiligt ella verkligt. Við øðrum orðum; studenturin skal vera førur fyri at seta fram hypotesur og eftirkanna tær, antin teoretiskt ella við at gera royndir. 5. Sjálvur at finna fram og tulka upplýsingar, sum eru av týdningi fyri svarið. 6. Krittiskt at meta um og greina upplýsingar og seta hesar inn í enn hóskandi samanhang. 7. Orða viðmerkingar, argumentir og sakligan kritikk, bæði av egnum arbeiði og av arbeiðinum hjá øðrum. 8. Skriva eina vísindaliga ritgerð við einum hóskandi vísindaligum málburði. 9. Nýta vísindaligar heimildir á ein nøktandi hátt. 10. Skyna í millum fakta, tulking, sannføring og uppspuna. 11. Leggja egin og onnur vísindalig úrslit fram á ein nøktandi hátt. 12. Nýta hagfrøði at viðgera data og koma til niðurstøður, ið eru grundaðar á hesa støddfrøðiligu greining.
Innihald
Mál og samandráttur: Fakliga innihaldið í BSc-verkætlanini er treytað av vali studentsins. Vegleiðarin, próvdómarin og studenturin finna í felag fram til, á hvørjum máli ritgerðin skal skrivast. Fremst í ritgerðini skal vera ein samandráttur av úrslitunum í verkætlanini. Hesin samandrátturin skal skrivast á føroyskum og enskum, og skrivaður soleiðis, at onnur enn fakfólk eisini kunnu lesa hann. Samandrátturin skal í mesta lagi fylla hálva A-4 síðu.
Læru- og undirvísingarhættir
Ritgerðin kann byrja 1. undirvísingardag í hvørjum blokki, og skal latast inn síðsta undirvísingardag í fylgjandi blokki.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Innlating av ritgerð og munnlig framløga av frágreiðingini. Dømingin verður gjørd við støði í galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Bachelorinnlatingin er 30. mai, 2025. Munnliga próvtøkan verður í viku 23 ella 24, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 13. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jónrit Halling
Undirvísarar
Aftur