5014 - Databasur og SQL
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Databasur og SQL
Skeiðsnummar
5014.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði, Diplomútbúgving í KT-verkfrøði
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði, Innleiðandi forritan við Python, Java ella líknandi.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu á B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í webmenning eru sjálvirkandi tilmeldaði. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
Byrjanardato
týsdagur, 14. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 7. mars 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva eina fyrstu innleiðing í databasur og DBMSskipanir til umsiting av databasum, databasumáli SQL og bygnað av databasum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: • gera eitt eksternt databasu-model við brúk av ER-modellinum. • gera eitt tilsvarandi hugtaksligt databasu model fyri tað eksterna databasu modellið. • installera eina SQL DBMS skipan og skapa eina databasu. • gera og koyra lág- til miðal torførar SQL fyrispurningar. • definera og forklára relatiónsdatabasu modellið, og tær mest týðandi data bindingar í hesum modelli. • forklára møguligu orsøkirnar og avleiðingarnar av endurtøku-avleiddum trupulleikum til viðlíkahald av data. • definera 3NF, BCNF og koyra syntesu algoritmuna til at náa 3NF. • greiða frá hví koyringar (transactions) vera brúktar og forklára ACID-koyringar. • greiða frá konflikt-seriabilitet og deadlock, og hví hesi hugtøk eru týðandi fyri koyringar.
Innihald
Skeiðið byrjar við eini innleiðing til DBMS-skipanir og SQL, tað heldur fram við umrøðu av ER-modelli, ER-diagram, relatiónsútrokningar, relatiónsskema, 3NF, BCNF og design algoritmur. Transaktiónir, concurrency, Big Data og blockchain databasur eru seinastu evnir í skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar, sum tey lesandi fáa við byrjan av skeiðinum. Loysnir verða gjøgnumgingnar í tímunum. Undirvísingin verður avtalað nærri við skeiðsbyrjan. Luttøka í tímunum verður staðiliga viðmæld. Eitt miniprojekt í bólkum verður ein kravdur partur av skeiðnum og ein rapport verður skriva sum ein partur av uppgávunum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig, grundað á áðurnevnda bólkaarbeiði við einari rapport. Rapportin telur 50% og próvtøkan 50% í próvtøkumetinum. Lesandi sum ikki standa skeiðið fáa møguleika fyri at betra um rapportina og eina nýggja próvtøku.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuinnlatingin er 07. mars, 2025. Munnliga próvtøkan verður 13. og 14. mars, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 23, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 14. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Blaasvær
Undirvísarar
Hans Blaasvær
Aftur