5018 - Innleiðing í Web skipanir
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Innleiðing í Web skipanir
Skeiðsnummar
5018.20
Lestrarár
2023-2024
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði, Diplom í web-menning
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við Python, Diskret støddfrøði, Lineer algebra, Databasur og SQL.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og enskum
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í Web-menning eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Náttúruvísindadeildini við at senda ein teldupost til NVD@setur.fo.
Byrjanardato
26. mars 2024
Endadato
31. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at fáa grundleggjandi førleikar til design og forritan av interaktivum web skipanum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kenna til og skilja: - design og forritan av interaktivum web skipanum - vanlig markup-mál, web servarar og dátugrunnar - sambond til dátugrunnar - script-mál og script-tøknir, client- og servara-síðu scripting - client-web servara interaktivitetur, dátuflytingar til og úr dátugrunnum og kunna: - skapa einfaldar interaktivar web skipanir
Innihald
Grundleggjandi hugtøk, háttaløg og amboð til forritan av interaktivum web skipanum, ymisk markup-mál (HTML, XML og json), script-mál (JavaScript; PHP, Ruby/Ruby on Rails ella Perl); AJAX, jQuery, web tænastur, Web servarar (t.d. IIS/Apache) og relations-dátugrunnar (t.d. MySQL/Apache Derby/Java DB).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og tvær skrivligar uppgávur skula latast inn. Innlatingarnar skula gerast til ásettu tíðina, og vera góðkendar fyri at sleppa til munnliga próvtøku í hesum skeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
- lesandi við góðkendum uppgávum vera innstillaðir til eina munnliga próvtøku. - lesandi, sum ikki fingu sínar uppgávur góðkendar sleppa til eina próvtøku, tá teir hava latið góðkendar uppgávur inn.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 4.-5. juni 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
26. mars 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hannes Gislason
Undirvísarar
Aftur