5020 - Forritanarverkfrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Forritanarverkfrøði
Skeiðsnummar
5020.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði, Diplom í web-menning
Fortreytir
Ynskiligar fortreytir: ein breið almenn vitan og búning í KT-verkfrøði, til dømis hava tikið: Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við Python, Diskret støddfrøði, Databasur og SQL, Innleiðing í Web-skipanir, Objektrættað forritan við Java 1, Algoritmur og datastrukturar, Objektrættað forritan við Java 2, Stýriskipanir.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, og møguliga føroyskum. Próvtøkur kunnu vera á føroyskum ella enskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu á B.Sc. í KT-verkfrøði og 1. lestrarhálvu í diploma í web menning eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
28. oktober 2024
Endadato
19. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at fáa eitt gott innlit í forritanarverkfrøði, gera kanningar og mennast innan evnið, og gera eina skrivliga verkætlan um eina case í forritanarverkfrøði, sum verður løgd fram og vard við munnligari próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - lýsa hættir og tøknir innan menning av skipanum - lýsa objektrætting og UML - greiða frá arkitekturinum handan eina valda case - íverkseta eina case prototypu við brúk av háttum og tøknum, sum eru lærd á skeiðnum - sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina formliga stílsetta frágreiðing, sum gevur góða lýsing og skjalfesting av gjørdu casini, umframt at perspektivera gjørda arbeiðið í einum størri samanhangi innan nútíðar KT-menning, KT-íverkseting og/ella KT-gransking - sum einstaklingur, leggja fram og munnliga verja skrivligu frágreiðingina
Innihald
Arbeiðshættir innan software menning og ymisk model fyri skipanar-menning, har ein case verður brúkt sum gjøgnumgangandi dømi og uppgáva við áherðslu á góðsku, dokumentatión og amboð innan software-menning: - software prosessir - agil software menning - kravfestingar-verkfrøði - system modellering - arkitekturur og design - design og implementering - forritan - software testing - software evolutión
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og verkætlanararbeiði. Ein skrivlig frágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend fyri at sleppa til próvtøku í skeiðnum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligum avriki. Neyvari kunning og metingargrundarlag eru at finna í øðrum skjali og/ella á Moodle.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuinnlatingin er tann 20. desember, 2024. Munnliga próvtøkan er sett til 6. og 7. januar, 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
28. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hilmar Simonsen
Undirvísarar
Jóhann Østerø, Ólavur Ellefsen
Aftur