5022 - Web skipanir við ASP.NET Core / C#
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Web skipanir við ASP.NET Core / C#
Skeiðsnummar
5022.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði
Fortreytir
30 ECTS í KT-verkfrøði: 7,5 ECTS í Innleiðing í web-skipanir, 7,5 ECTS í Databasum og SQL, og 15 ECTS í objektrættaðum málum so sum C++, Java ella C#.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og møguliga skandinaviskum. Próvtøkur kunnu vera á føroyskum, donskum ella enskum.
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
22. august 2024
Endadato
10. oktober 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at læra at menna interaktivar databasudrivnar web-skipanir við ASP.NET Core / C# amboðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: • Menna ASP.NET Core Web Skipanir, við Visual Studio og C#. • Skilja og duga at brúka grundleggjandi hugtøk innan ASP.NET Core – Model-View-Controller pattern, Razor Views, URL Routing, Controllers, Filters, Helper Methods, Model Binding, Layouts, Validation, Ajax • Brúka Entity Framework og LINQ til at arbeiða við databasum. • Gera einfaldar Web Services við ASP.NET Web API.
Innihald
Menning av ASP.NET Core heimasíðum við Visual Studio. Dentur verður lagdur á grundleggjandi hugtøk innan ASP.NET Core so sum: • Model-View-Controller pattern • Razor • Unit Test • Databasu integration / Linq • Skabelónir / Layouts • Ajax • Validering av brúkara input • C# • Responsive Design
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við eini verkætlan, sum verður stuðlað av fyrilestrum og vegleiðing. Verkætlanin skal latast inn og góðkennast fyri at sleppa til próvtøku.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka. Ongi hjálpiamboð.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 43
Freist fyri frámelding til próvtøku
22. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Niels-Christian Borbjerg
Undirvísarar
Niels-Christian Borbjerg, Hans Blaasvær, Dávid í Lág
Aftur