5024 - Algoritmur og dátustrukturar
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Algoritmur og dátustrukturar
Skeiðsnummar
5024.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á enskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum og møguliga føroyskum. Próvtøkur vera enskum.
Tilmelding
Lesandi á 1. og 3. lestrarhálvu á B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
22. august 2024
Endadato
10. oktober 2024
Fakligt innihald
Endamál
At geva teimum lesandi innleiðslu í teknskipan, frøðimál og arbeiðshættir í sambandi við algoritmur umframt innleiðslu í standard algoritmu-sniðgávu-paradigmir, ið verða brúkt, tá virknar algoritmuloysnir skulu mennast. Harumframt at geva teimum lesandi innleiðslu í tey støddfrøðiligu amboðini, sum tørvast fyri at greina algoritmur, tá ið tað snýr seg um formligar myndlar av tíð og rúmi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - lýsa standard algoritmur so sum skipanaralgoritmur (sorting algorithms), leitialgoritmur, strongmakaalgoritmur, grafferðingaralgoritmur (graph traversal algorithms) - brúka hesar algoritmur ella eina givna pseudokotualgoritmu til at loysa eina ávísa uppgávu - gera einfaldar asymptotiskar greiningar av algoritmum, ið fevna um raðskipan, úrval og endurtøku, og eyðmerkja og samanbera einfaldar eginleikar hjá hesum algoritmum - lýsa algoritmusniðgávumeginreglurnar fyri být-og-vinn, gramshátt og dynamiska forritan og skilja munin millum hesar meginreglur - brúka tær lærdu algoritmurnar, ið lýsa hesar sniðgávumeginreglurnar - brúka tær lærdu sniðgávumeginreglurnar til at gera algoritmuloysnir til eina ávísa uppgávu - greiða frá og lýsa munin millum ymisk sløg av uppgávum, serliga tær, ið kunnu loysast við polynomialari tíð og eksponentialari tíð
Innihald
• Innleiðsla o Allýsa eina algoritmu, telja støðisatgerðir við inning, greina hægstu (worst case) koyritíð og goymslukrøv hjá fleiri einføldum algoritmum. o Sniðgeva pseudokoto algoritmur. • Kompleksitetur o Asymptotulæra og raðfylgju-teknskipan fyri kompleksitet. o Samanbera polynomiala tíð og eksponentiala tíð og dømi um algoritmur við slíkum kompleksiteti. o Stutt innleiðsla í fatanina av rokniligum (computable) og órokniligum (non-computable) funktiónum. • Yvirlit yvir grafstrukturar og hvussu teir myndast. o Stýrdir og óstýrdir grafar, trø, umboðan av grannamatrisum og insidenslistum, ferðing ígjøgnum grafar og trø. • Algoritmu sniðgávu-teknikkir o Yvirlit yvir standard algoritmu sniðgávuparadigmir, sum vanliga verða nýtt í teldufrøði, saman við eyðkendum dømum, ið verða loyst við hesum sniðgávuparadigmum. o Yvirlit: hví tørvur er á fleiri sniðgávuháttum. o Být-og-vinn (Divide-and-Conquer) algoritmur: heildaryvirlit yvir atløgu (approach); greina koyritíð hjá einføldum být-og-vinn háttum umvegis loysnir við endurtøkusambondum. o Dynamisk forritan: í mun til být-og-vinn, heildaryvirlit og tørv á endurtøkuverkseting. o Gramshátturin (Greedy Method): optimeringshugtakið og munurin millum ‘neyvar’ og ‘umleið’ algoritmuloysnir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar við støði í ástøði og teldufrøði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
 ein ella tvær innlatingar verða á skeiðinum o tær telja 0% av endaliga próvtalinum, men vit heita staðiliga á tey lesandi at standa hesar innlatingarnar, hóast tað ikki er ein treyt fyri at fáa loyvi at fara upp til endaligu próvtøkuna  4 tímar skrivlig próvtøka (við pappíri og blýanti/penni) o tað er IKKI loyvt at hava bøkur og tilfar frá skeiðinum við o próvtøkan telur 100% av endaliga karakterinum
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 43
Freist fyri frámelding til próvtøku
22. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Qin Xin
Undirvísarar
Qin Xin
Aftur