5027 - KT-trygd
Skeiðsupplýsingar
Heiti
KT-trygd
Skeiðsnummar
5027.22
Lestrarár
2023-2024
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði
Fortreytir
Teldunetverk og data samskifti, Algoritmur og datastrukturar, Diskret Støddfrøði
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og enskum
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Náttúruvísindadeildini við at senda ein teldupost til NVD@setur.fo.
Byrjanardato
25. mars 2024
Endadato
30. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Við alsamt vaksandi talgildum samskifti er alneyðugt at tryggja teldur, teldunetverk og alnetið best møguligt ímóti álopum. Tað merkir at tryggja bæði persónlig samskiftistól og netverk hjá bæði feløgum, stovnum og einstaklingum. Hetta skeiðið er ein innleiðing í netverks- og KT-trygd, hvørs mál er at viðgera týðandi tøknilig hugtøk og fyribrigdi við atliti til váðar við teldu- og net-umhvørvi, sum vit hava við at gera í okkara gerandisdegi. At skapa betri fatan um, hvussu vit best møguligt tryggja samskifti umvegis alnótina.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið skalt tú sum lesandi kunna: • Skilja grundleggjandi trygdarhugtøk, og hvussu trygdarálop henda, • Greiða frá hvussu summar dulmálsskriftar-protokollir, amboð og algoritmur virka, og hvar og hvussu tey kunnu verða brúkt • Greiða frá hvussu góðkenning og atgongdar-eftirlit kann gerast í ymsum teldu- og KT-skipanum, og eftirmeta styrki og veikleikar av hesum skipanum og viðgerðarmannagongdum • Brongla/avbrongla tekstir við at brúka ymsar klassiskar og nútímans dultekstir, og greiða frá teimum grundleggjandi mannagongdunum av hesum klassisku dultekstunum • Greiða frá teimum grundleggjandi mekanismunum, ið verða brúktar at avdúka átrokanarroyndir í telduskipanum • Læra at tryggja dátur í samskifti á alnótini, sum í tráðleyst samskifti og teldupostum Brúka teldur og internet á ein tryggari hátt
Innihald
Skeiðið gevur eina innleiðing í grundleggjandi meginreglur innan teldu- og KT-trygd, einfaldar hóttanir og byrgjan upp fyri trygdarholum í telduumhvørvum. Hetta umfatar: • Trygdarmodell og álop • Trygdartænastur (trúnaður, fullkominleiki, gildi og tøki), • Dulmálsskrift: makaskapaðir lyklar (kubba-dultekstir, streym-dultekstir) og ómakaskapað lykla-dulmálsskrift og talgildar undirskriftir • Lykla-stýring og -útluting • Brúkaragóðkenning, loyniorðarval, álops-uppdaging og fyribyrging • Alnetstrygd: HTTPS, Teldupostur, IP-trygd Tráðleys net-trygd
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing og kjak sum viðvíkur KT-trygd, eins væl og teoretiskar og teldugrundaðar venjingar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 10.-11. juni 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
25. mars 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Blaasvær
Undirvísarar
Hans Blaasvær
Aftur